Tíðindi

Computational Learning og forritan

Tíðin er komin, at lærarar, sum hava áhuga fyri KT-økinum, fáa førleikar at undirvísa við og í talgildum undirvísingaramboðum. Tað eru tingingar ávegis um júst hetta, og vónandi kunnu lærarar sleppa á skeið í forritan í 2018. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

20.07.2017

Námsfrøðiliga deildin á Fróðskaparsetrinum (Læraraskúlin), NÁM og fólkaskúlin fara í komandi tíðum væntandi at samstarva um skeið fyri lærarum, ið hava áhuga fyri forritan og øðrum, sum hevur við undirvísing við og í talgildum undirvísingaramboðum.

Ætlanin var at fáa skeiðið bjóðað út til komandi skúlaár, men ymiskt forðaði fyri hesum. Vónandi ber kortini til at hava skeið fyri áhugaðum lærarum fyrst í 2018.

Hvat er forritan og Computational Learning?
Vit kenna til, at næmingar vanliga eru tryggir við núverandi KT-amboð, so sum at leita á netinum, lesa á teldlum, skriva á teldu o.s.fr., men vit eiga at geva  teimum førleikar at brúka tøknina meira formliga og at brúka eitt nú teldlar í sjálvari læringartilgongdini. Og tað er júst í hesum sambandi, at myndugleikar eiga at veita lærarum skeið.

Forritan er í stuttum tað, at tú brúkar talgildar miðlar sum læringaramboð at menna innovativar og logiskar førleikar. Tað er eisini at skilja teldumál, at leggja boð í telduna fyri at loysa uppgávur og at læra grundleggjandi hugtøk í telduheiminum.
Tað kann eisini eitt nú vera at brúka eina app, sum er til ein teldil, har tú sleppur at skapa og menna eitt spæl ella undirvísingaruppgávu. Tú ert harvið bæði kreativur, innovativur og lærir nakað ígjøgnum m.a. spæl. Hesir førleikar kunnu lærarar hóskandi brúka í eitt nú støddfrøði við at skapa ymiskar uppgávur í ymiskum roknihættum.

Væleydnaðar royndarverkætlanir í forritan
Tað var í undanfarna skúlaári ein royndarverkætlan á Skúlanum á Fløtum, har KT-ráðgevin á Námsfrøðiligi deildini, í samstarv við lærarar í einum 6. flokki, hevði eitt skeið við næmingum í forritan.

Næmingar ognaðu sær førleikar at forrita, skapa og sum heild arbeiða formliga við talgild amboð. Sambært KT-ráðgevanum gekk alt sera væl, og næmingarnir arbeiddu væl og friðarliga við hesum nýggja leistinum og høvdu ilt við at steðga.
Eisini hevur Skúlin á Argjahamri havt regluliga undirvísing í forritan, har KT-vørðurin hevur havt skeið fyri næmingum.

Læraratoymi í KT á hvørjum skúla
Skilagott hevði verið við serligum KT-læraratoymi á hvørjum skúla, sum kann undirvísa næmingum regluligt í forritan, heimasíðusniðgeving og øðrum. Eitt nú í lærugreinini Handaverk og List (P-fak) frá miðdeildini og fram. Tað er nýskapandi, spennandi og gevandi fyri lærarar og næmingar.
Við mugu sanna, at eins og í øllum øðrum lærugreinum, eru lærarar á ymiskum fakligum støði. Tískil er tað ikki rætt, at allir lærarar skulu kenna seg noyddar at ítøkiliga verða við í rákinum. Tó eiga vit øll somul at duga tað mest grundleggjandi og eisini nýta tøknina regluligt.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.