Tíðindi

Børnini og mál okkara

Felagið Føroyamál skipar fyri tiltaki í Skúlanum við Streymin leygardagin 14. januar kl. 14

12.01.2023

Hvussu menna vit málið hjá smábørnunum?

Í eina tíð hava vit hoyrt um, at smá sum stór børn eru farin at tosa alt meira saman á enskum máli, hóast enskt ikki er teirra móðurmál. Tað er vorðið spennandi at spæla og samskifta á enskum.

Hetta er vandakós, halda vit í felagnum Føroyamál, sum hevur til endamáls at skapa kjak og skipa fyri samstarvi millum tey, ið undirvísa, fáast við og miðla føroyskt mál frá barnagarði til Fróðskaparsetur.

Skrá:

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setir tiltakið.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur orðið.

Sissal Maria Rasmussen, ph.d og námslektari, sigur frá síni gransking um máltøku og orðfeingi hjá smábørnum.

Krista Hvannastein, námsfrøðingur, sigur frá, hvussu hon lesur fyri og saman við børnum á stovni.

Høvi verður at spyrja og at kjakast.

Øll við hesum áhuga eru væl komin at lurta og taka lut í kjaki um hesi viðurskifti.

Vit bjóða drekkamunn

Felagið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.