Tíðindi

Børn við autismu kunnu læra myndamál

At vera lættur sum ein fjøður ella grønur av øvund. Tað hevur verið hildið, at børn við autismu ikki skilja myndamál, men nú vísir nýggj gransking, at so er ikki.

03.11.2017

Myndamál ella lýsandi mál er ein týdningarmikil partur í málinum; tað er tó sjáldan, at myndamál er ætlað at verða skilt heilt bókstaviliga. Tí er myndamál nakað av tí síðsta, sum børn læra. Tað hendir vanliga, tá børn eru um 12 ára aldur. Ikki fyrr enn vit eru ung vaksin, frá 16 ár og eldri, skilja og duga vit at nýta myndamál so at siga sum tað er ætlað.

Fyri børn og ung við diagnosuni autismu, men sum duga væl at tosa, er tað hinvegin ein stór avbjóðing, tí tey skilja myndamál bókstaviliga. Sobh Chahboun, granskari á instituttinum fyri mál og bókmentir við NTNU, hevur granskað í hesum viðurskiftum og er nýliga liðug við doktararitgerð sína í evninum. Granskingin er partur av eini ES-verkætlan, har granskarar frá fleiri universitetum og tveimum privatum lærustovnum hava hugt at sambandinum millum mál og hvussu ymiskt fólk fata umheimin.

74 sponsk børn við aspergersyndromi hava tikið lut í kanningini; tey yngstu vóru 10-12 ár, og tey elstu 16-22 ár, og øll hava gott mál. Umframt tók ein kontrollbólkur við 71 børnum, sum ikki eru autistisk, eisini lut.

Fyrr hevur verið hildið, at børn við autismu ikki eru før fyri at skilja myndamál. Chahboun vísir í kanningini, at hetta er ikki rætt. Biologisk orðafelli so sum ”tú sært út sum ein tomat”, var lætt hjá teimum við aspergersyndromi st skilja, men myndberingar, so sum ”at hava einglavakt” var verri at skilja.

–  Ung við autismu, sum duga væl at úttrykkja seg málsliga, tørvar meiri tíð og brúka aðrar mekanismur at skilja myndamál. Tey hava aðrar hættir at svara, hóast tey svara rætt. Tá tey svara rætt, hava tey aðrar handa- og eygnarørslur enn tey í kontrollbólkinum hava; tað undirbyggir, at tað eru aðrar mentalar tilgongdir, sum gera seg galdandi, sigur Chahboun.

Chahboun sá munandi munir í fatanini av málinum millum tey yngstu samanborið við tey elstu.

– Tey yngstu høvdu størri trupulleikar við ymisk sløg av myndamáli, myndberingum og orðafellum, samanborið við tey elstu. Tað vísir, at tey kunnu læra at skilja tey, men bara tørvar meiri tíð enn sokallað vanlig børn, sigur granskarin.

Við rættari upplæring til rætta tíð, heldur Chahboun, at børn og ung við autismu kunnu læra myndamál á jøvnum føti við onnur; hetta hevur áður verið hildið vera nærum ómøguligt. At tey eru før fyri at læra, kann fáa stóran týdning í gerandisdegun og hjálpa teimum at klára seg betur í samfelagnum, sigur granskarin.

Granskingin vísir, at venjing hjálpir ómetaliga nógv. Ikki-bókstavilig úttrykk eru ein stórur partur av gerandisdegi okkara og kann vera ein forðing fyri tey, sum ikki skilja hesi. Tað føra til happing og útihýsing. Venjing og upplæring kann gera nógv, sigur Sobh Chahboun.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.