Tíðindi

Børn, sum spæla borðspøl tvær ferðir um vikuna, klára seg betri í støddfrøði

Norskur professari skjýtur upp, at næmingar fáa jatsi sum skúlating.

22.12.2023

Tað er nógv gott at siga um borðspøl. Vit vita eitt nú, at við at spæla borðspæl hvessa vit heilan. Ein kanning frá 2019 vísir, at fólk, sum spældu nógv borðspæl sum børn, megnaðu betur at hugsað, tá ið tey gjørdist gomul.

Tað vísir seg eisini, at borðspøl fáa okkum at sleppa fordómum, sum vit hava. Eisini víkingar brúktu borðspøl at hvessa heilan. Nú vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Kili, at spæla børn borðspøl, læra tey betur at rokna.

Bæði pluss og minus, falda og býta

Børnini, sum vóru við í kanningini, vóru millum trý og níggju ára gomul. Borðspølini, sum tey spældu, bygdu á tøl, so sum Ludo og onnur líknandi.

Spølini gjørdu, at børnini læru at telja, pluss og minusa og at skilja, at eitt tal er hægri ella lægri enn okkurt annað.

– At spæla borðspæl kann vera ein góð strategi at læra bæði grundleggjandi og fløkta støddfrøði, sigur Jaime Balladares frá Pontificia Universidad Católica de Chile.

Hann er ein av granskarunum, sum hevur gjørt kanningini; hann heldur, at børn kunnu fáa stórt gagn av at spæla nakrar ferðir um vikuna saman við námsfrøðingi ella lærara.

Kanningin er nýliga almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Early Years.

Eigur at koma meiri inn um skúlagátt

Elin Reikerås er professari í námsfrøði við Universitetið í Stavanger. Hon er samd við teimum, sum siga, at borðspøl kunnu vera gagnlig.

– Í borðspølum skalt tú ofta telja nógv, har eru tøl og talrøð, og hetta er alt ein góður háttur at læra at rokna, sigur hon.

Reikerås heldur, at borðspølini, sum verða nevnd í kanningini, kunnu hava sama týdning fyri menningina hjá børnum av rokning sum bøkur hava fyri menningina av lesing.  

– Skúlar eiga at taka borðspøl meiri inn í undirvísingina enn teir gera í dag.

Jatsi sum skúlating

Reikerås skjýtur upp, at næmingar skulu hava borðspøl sum skúlating: spæla tvey umfar av jatsi við einum vaksnum og taka jatsiørkini við í skúlan dagin eftir.

– Tað læra næmingarnir líka nógv av sum við eini vanligari rokniuppgávu. Harumframt kann tað skapa gleði at spæla heldur enn at rokna. Sjálvandi eiga spølini at vera tillagað aldrinum á barninum, og eisini at verða brúkt í barnagørðum, sigur hon.

Spældu í 20 minuttir

Kanningin er ein sokallaður samandráttur av vitan. Tað merkir, at granskararnir hava hugt at fleiri kanningum, sum longu vóru gjørdar um borðspøl, og tóku saman um tað, sum kanningarnar komu fram til. Hon byggir á til samans 19 kanningar frá 2000 til dagin í dag og fevnir um børn í aldrinum trý til níggju ár. Burtursæð frá einari kanning snúgva allar seg um viðurskiftini millum borðspøl og rokniførleikar.

Øll børnini fingu uppgávuna at spæla borðspæl í miðal tvær ferðir um vikuna í umleið 20 minuttir. Tað skuldu tey gera í hálvan annan mánað. Tað vóru lærarar, hjálparfólk og foreldur, sum spældu saman við teimum.

Kannað í rokniførleikum

Øll børnini vóru kannað í rokning áðrenn og aftaná, at tey byrjaðu at spæla borðspøl. Granskararnir skiltu rokniførleikarnar í fleiri bólkar, sum til dømis einføld talfatan. Tað gongur eitt nú út uppá at navngeva tøl og skilja, at eitt tal er hægri ella lægri enn eitt annað. Hinir bólkarnir løgdu dent á djypri fatan, til dømis pluss og minus, falditabellina og áhugan fyri støddfrøði sum heild.

Børnini, sum spældu borðspøl, vóru borin saman við børn, sum ikki spældu. Úrslitini vístu, at børn, sum spældu borðspøl, kláraðu seg betur í umleið helvtini av uppgávunum, sum tey loystu aftaná, og eitt av trimum dugdi betur at rokna samanborið við tey, sum ikki spældu borðspøl.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.