Tíðindi

Børn og ung til orðanna um harðskap og ágang uttan samtykki frá foreldrum

Ein serfrøðingabólkur við ungfólki gevur granskarum ráð.

14.03.2019

Hevur tú nakrantíð verið fyri, at ein vaksin í familjuni hevur sagt, at tú ert býtt ella ikki dugir nakað sum helst? Hevur tú nakrantíð verið fyri, at ein vaksin í familjuni hevur sligið teg? Ella at ein vaksin hevur følt upp á teg?

Hesar og aðrar spurningar eru næmingar í 8.-10 fólki í Noregi bidnir um at svara í einum stórari kanning, sum eitur Ungdoms erfaring med vold og overgrep (UEVO). Umleið 10.000 næmingar í 90 ungdómsskúlum í 66 kommunum í Noregi hava tikið lut í kanningini. Tað er Nasjonalt kompetansesenter for vold og traumatisk stress (NKVTS), sum hevur staðið fyri kanningini. Orsøkin til, at stig eru tikin til hesa kanningina, er tí, at vitanin um harðskap og ágang móti børnum og ungum í Noregi er ov lítil, og tí er ringt at fyribyrgja harðskap og seta á stovn góð tilboð.

Í spurnakanningini verða tey ung spurd, í hvønn mun tey hava verið fyri harðskapi og kynsligum ágangi; tey verða eisini spurd, hvørjar royndir tey hava við at fáa hjálp, umframt at sálarliga og likamliga heilsa teirra verður útgreinað. Tað er fyrstu ferð, at so ung fólk hava tikið lut í eini slíkari kanning. Luttakararnir eru um 12-13 ár.

- Hetta er slóðbrótandi, siga Gertrud Sofie Hafstad, verkætlanarleiðari, og Marianne Bergerud­Wichstrøm, samskipari.

Hafstad heldur, at tað er ikki so sannlíkt, at royndirnar hjá børnum við harðskapi og ágangi í familjuni koma fram í ljósið, tá ið foreldur kunnu nokta børnum at taka lut í kanningini. Eftirsum foreldur hava rætt til innlit, kann tað føra til, at týdningarmiklir spurningar ikki verða svaraðir ella at barnið ikki svarar erligt. Eftir at ein nevnd fyri heilsufakliga etikk hevur givið sítt samtykki, kunnu børn í aldrinum 12 til 16 ár í Noregi sjálv taka støðu til, hvørt tey vilja svara spurningunum ella ikki.

- Fatanin av, at tað eru foreldur, sum vita, hvat er best fyri barnið, hevur ligið til grund fyri kravið um foreldrasamtykki. Men barnið hevur rætt til at verða hoyrt, bæði sambært Barnasáttmálanum hjá ST og norskari lóg. Barnaumboðið var millum teirra, sum tók stig til nýggju ásetingina. Í Barnasáttmálanum hjá ST stykki 12 stendur gransking ikki nevnd ítøkiliga, men heimildirnar eru víðar, og hon røkkur øll mál, sum hava við børn at gera, sigur Elin Saga Kjørholt frá norska barnaumboðsstovninum.

Ein av treytunum fyri at fáa loyvi at gera kanningina, er, at fyrimunirnir skulu vera størri enn vansarnir.

- Vit eru komin ásamt um, at spurningarnir sum heild ikki eru ov ágangandi fyri 12 ára gomul at svara. Børnini fáa góða kunning, soleiðis at tey skilja, hvat tað vil siga at taka lut í kanningini, sigur Engedal.

Kanningin er í gongd, og í februar hava teir síðstu næmingarnir svarað spurningunum. Úrslitini verða kunngjørd í eini frágreiðing í juni.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.