Tíðindi

Børn brigsla mangan sær sjálvum, tá foreldrini keglast

– Varandi og nógvar ósemjur millum foreldur kann vera sera tyngjandi fyri heilsuna og menningina hjá børnum. Í mongum førum kann tað ávirka evnini hjá foreldrum at geva børnum góða umsorgan, sigur granskari.

29.12.2023

Tey, sum arbeiða í familjufyrisitingum og barnaverndartænastum, eiga at finna nýggjar hættir at samstarva fyri at hjálpa børnum og foreldrum í støðum sum hesum:

Tað er fyrsti skúladagur. Ein stórur dagur í lívinum. Nógv okkara hugsa aftur á henda dagin við gleði. Summi børn uppliva tó, at slíkir dagar verða oyðilagdir av foreldrum, sum ikki síggja annað enn sítt egna.

“Fyrsta skúladag gjørdu bæði foreldrini greitt, at tey vildu í skúla við dóttrini, og tey byrjaðu at skeldast, áðrenn tey komu inn í skúlagarðin. Tey hálaðu í barnið í hvør sína ætt í skúlagarðinum, sum var eitt nýtt og ókent stað fyri barnið, og haraftrat framman fyri øllum børnunum, sum barnið skuldi vera saman við hvønn dag í framtíðini.”

Henda søgan stendur at lesa í spildurnýggju doktararitgerðini hjá Inger Kristin Heggdalsvik, granskara, sum snýr seg um fastlæstar ósemjur millum foreldur.

Barn sum “detta niður ímillum”

Heggdalsvik arbeiðir á Høgskulen á Vestlandinum, men hevur eisini arbeitt í barnaverndartænastuni og altíð verið upptikin av børnum, sum “detta niður ímillum” tænasturnar í skipanunum.

– Varandi og nógvar ósemjur millum foreldur kann vera sera tyngjandi fyri heilsuna og menningina hjá børnum. Í mongum førum kann tað ávirka evnini hjá foreldrum at geva børnum góða umsorgan, sigur hon. 

Gjøgnum samrøður og spurnakanningar hevur Heggdalsvik granskað, hvussu starvsfólk í familjufyrisitingum og kommunalum barnaverndartænastum í Noregi skilja og meta um støður hjá børnum, sum eru í vanda fyri vansorgan orsakað av slíkum ósemjum.

Tvístøður og ring samvitska

Eitt av tí, sum yvirskipað er komið burtur úr kanningini, er, at starvsfólk stúra fyri støðuni hjá børnum, sum eru endað sum kastibløkur í ósemjum hjá foreldrum sínum. Eitt starvsfólk í familjufyrisiting sigur frá børnum, sum verður hálað millum tvey heim og enda við at taka skyldina á seg.

“Vit møta børnum, sum eru troytt. Troytt av at pakka, og troytt av ikki at skula gloyma. Tað eru nógvar reglur at halda seg til um, hvør skal hava hvat at vita. Talan er um afturvendandi ringa samvitsku, stóra tvístøðu um loyalitet, um børn sum taka ov stóra ábyrgd á seg og sum royna at taka á seg skyldina fyri ósemjurnar millum foreldrini.”

“Tað er tær familjurnar, sum vit halda eru strævnast at arbeiða við, tí trýstið er ógvuliga stórt, og tú verður so ávirkað av støðuni, og so eru tað børnini, men tað er so trupult at finna út av, hvussu vit kunnu hjálpa – tí støðan er so trupul og viðkvom. Tað eru ósemjurnar, sum ráða.”

Tað kemur eisini fyri, at fleiri limir í familjuni eru uppi í ósemjunum. Tá verður støðan uppaftur truplari og ger støðuna fyri børnini, sum eru uppií, uppaftur verri. Eitt av starvsfólkunum í familjufyrisiting sigur soleiðis:

“Tað kunnu vera ommur og abbar á báðum síðum, sum eru uppií, sum ringja teg upp, og so kunnu tað vera onnur í familjuni, sum eru í stríði hvørt við annað, og har tað eru so nógv brotin sambond, at tað ber ikki til at fáa fólk at semjast aftur.”

Tvingsil og sjálvbodni

Bæði familjufyrisitingar og barnaverndir gera alt fyri at hjálpa børnum í slíkum støðum, men sum kanningin vísir, stríðast báðir instansar við at bjóða røttu hjálpina. Sambært Heggdalsvik skyldast hetta millum annað ymiskar lógir og heimildir á økinum og haraftrat møguleikarnar at seta átøk í verk.

Familjufyristingar hava vanliga lága gátt og eru ætlaðar at hjálpa pørum og foreldrum, sum eru í kreppu ella ikki megna at loysa tvídráttir og ósemjur sínar. Høvuðsuppgávan hjá barnaverndini er at tryggja, at børn og ungfólk, sum liva í umstøðum, sum kunnu hava skaðiliga ávirkan á heilsu teirra, fáa neyðuga hjálp rættstundis.

Les alla greinina á www.forskning.no https://www.forskning.no/barn-og-ungdom-barnevern-hogskulen-pa-vestlandet/barn-kan-ta-pa-seg-skulda-for-foreldrekonfliktar-korleis-kan-kvardagen-bli-betre-for-alle/2271651


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.