Tíðindi

Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn?

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Jenisi av Rana, landsstýrismanni við skúlamálum, ein § 52 fyrispurning um málundirvísing fyri fremmandmælt børn.

30.10.2019

Løgtingsmaðurin vil vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlum, og um landsstýrismaðurin ætlar at fara undir skipað samstarv við fleiri partar á økinum t.d. Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og Kommunufelagið. Í viðmerking til spurningin sigur løgtingsmaðurin:

- Nógv fólk flyta til Føroya á hvørjum ári, og tað er sera gleðiligt, at vit fjølgast. Fleiri av teimum, sum leita hendavegin, eru av fremmandum uppruna, og summi teirra tosa bert upprunamálið og lítið ella einki av enskum ella norðurlendskum máli. Hetta kann gera tað trupult at integrera tey í samfelagið. Tey kunnu hava trupult við at fáa arbeiði, serliga tí torført er at samskifta. Hetta førir við sær, at tey ikki gerast partur av felagsskapum í samfelagnum og kenna seg tí útstoytt ella ikki at vera ein aktivur partur av samfelagslívinum. Vit kenna neiligu royndirnar í grannalondum okkara t.d. við ghettoíbúðarbýlingum og stigmatiseringum. Uppaftur størri er avbjóðingin innan barnagarðs-og skúlagátt. Ofta flyta fólk til landið, sum eiga fleiri børn í barnagarðs- og skúlaaldri. Í fleiri førum duga hesi børn bert upprunamóðurmálið, sum liggur langt frá okkara føroyska máli. Hóast hetta krevja vit, at tey m.a. skulu ganga í vanligum fólkaskúla við á leið somu treytum sum føroysktalandi næmingar fáa. Undirvísingarstýrið veitir skúlum nakrar undirvísingartímar í føroyskum fyri at bøta um málførleika teirra, men spurningurin er, um hetta er nøktandi í mun til tey krøv, sum verða sett til aldursvarandi føroyskar næmingar. Og somuleiðis er ivasamt, um tað er nøktandi í mun til tey krøv, sum verða sett lærarunum. Hoyra børnini ikki føroyskt heima, er skúlin ella dagstovnurin einasta stað, har barnið lærir málið. Tí er tað umráðandi, at vit í felag fara undir at veita hesum børnum skjót og nøktandi tilboð fyri samfelagsins, skúlans, lærarans, og næmingsins besta.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.