Bloggur

... but first, COFFEE!

Rebekka á Neystabø Jacobsen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, bloggar

22. apríl 2018

Stress ... nei, strongd; útmødd, útlúgvað, útstrevað, sperðlað, asað, avmødd, avmaktað, maktarleys, fokkað (jepp, tað stóð eisini har!) ... DEYÐATROYTT! – takk og lov fyri Sprotan! Hvat er tað ikki fantastiskt, at vit, hóast vit eru so lítil tjóð, eru so ríkað við orðum – ið vit tíanverri geva okkum so lítið far um! Eg nýtist ikki at siga, at eg eri stressed out (tí opinbart er nýggja rákið nú at kroysta nøkur ensk orð inn í vakra móðurmálið – eg kann faktisk lýsa mína núverandi støðu á fleiri hættir ... enntá á føroyskum! Yay! (... og úr hesi undran um málbrúk okkara vórðu lunnar lagdir undir bachelorritgerðina, ið júst er sett í gongd).

Mong eru, ið hava flent at mær, tá ið eg stríðist við at fáa mín vælsignaða A3-stødd kalendara úr taskuni! Gamaní verði eg noydd at ganga við munandi størri tasku enn ætlað, men soleiðis er til tíðir. “Kanst tú ikki gera eitt ting í senn?!” Eg hevði veruliga ynskt, at eg fekk svarað “” til henda spurning onkuntíð, men hatta er langt burturi frá veruleikanum, tað verði eg noydd at ásanna. Júst í løtuni eru eyka nógvir bóltar í luftini, og kenslan av at missa allar niður í einum er avgjørt til staðar. Í vikuni rakk eg mítt sjeyogtjúgunda ár, byrjaði upp á bachelorritgerðina, byrjaði at undirvísa í poweryoga og stóð á palli í sjónleikarhúsinum, har leikurin Macbeth júst hevur havt frumframførslu – (fyri bert einum ári síðan vóru sjónleikur og joga fremmand hugtøk í mínum lívi, men eg kann bara flenna at, hvussu lívið kann taka vend og vera takksom fyri at fáa høvi at ríka lívið við nýggjum upplivingum, avbjóðingum og deiligum menniskjum). Merki á mær, at eg kanska líka verði noydd at nevna, at eisini sjónleikurin spratt upp úr kreativu breytini, har vit fingu ágóðan av skeiðnum lær-at-standa-fram, ið eg kann ímynda mær er sera hent og viðkomandi hjá øllum komandi lærarum, ið dag og dagliga skulu standa framman fyri næmingum – men tað er sjálvandi logiskt at droppa tílíkt og bombardera okkum við fleiri ástøðum heldur, [smileyface]. Men so er tað sjálvsagt fantastiskt, at vit fáa so langa starvslæru, so vit hóast alt læra at standa frammanf yri næmingum og royna okkum ... 30 tímar um árið er ikki at forsmáa ... – speisemi kann koma ímillum.

Bachelorritgerðin er sum omanfyri nevnt eisini á skránni nú. Vit teljast tríggjar í tali, ið skriva saman og hava verið úti og gjørt nakrar kanningar um málnýtsluna hjá skúlanæmingum og ávirkanina, ið enskt hevur á málið – nógvar kanningar eru eftir – fyri ikki at tosa um alt tað skrivliga arbeiðið ... enn er alt nýtt í verki, men vónandi fer at gangast væl við hesum. Í hesum góða selskapi kann ikki ganga heilt galið óansæð – ikki uttan grund at vit verða kallaðar abstinensbólkurin; stuðulin, ið vit geva hvørja aðrari, hevur verið alneyðugur, og skal man gjøgnum eitt tíðarskeið við bachelorskriving og kanningum og alt, ið har til hoyrir, er tað fantastiskt, at man eisini kann gera tað saman. Skapa teg á setrinum – skapa samstundis fantastisk vinaløg #takksom!

Hóast nógvir bóltar eru í luftini, haldi eg tað er neyðugt, m.a. í lærarayrkinum, at hava royndir á ymsum økjum. Vit fara at møta sera ymiskum næmingum við ymiskum rótum, áhugamálum og persónligheitum, og eg haldi tískil, at tað er sera týdningarmikið, at ein sjálvur roynir seg á nógvum økjum, so tað gerst lættari at rúma øllum næmingunum í teirra tilveru. Allir hesir bóltar kunnu nýtast í yrkinum, tað er møguligt at flætta allar royndir inn í allar støður og øll fak og á henda hátt fáa ágóðan av tí. Lítið nyttar at falla í fátt; missir man ein bólt, ja, so er at taka hana upp og koma í gongd aftur (upplagt stað at skrivað okkurt djúpt sitat her, men yvirskotið er ikki heilt til at leita á google eftir tí, júst nú).

Náh! Men eftirsum eg havi tykkum her, so kann eg tað sama sníkja meg til eina ókeypis lýsing! Djarvi Macbeth verður, sum omanfyri nevnt, sýndur í sjónleikarhúsinum í Havn og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo  #komglad!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.