Tíðindi

Brúkar tú video, kanst tú gerast betri lærari

Læraraútbúgvingin eigur at vera viðkomandi og samsvarandi við tað, sum hendir í skúlanum. Kann ein videoapp vera ein partur av loysnini?

20.10.2023

– Tað at síggja seg sjálvan á video, meðan mann undirvísir, og síðan reflektera um, hvat mann hevur gjørt, er ógvuliga effektivt í læringini hjá læraralesandi.

Tað sigur Torunn Aanesland Strømme við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo. Hon granskar millum annað í nýtsluni av videoupptøkum í læraraútbúgvingini.

Meiri viðkomandi fyri tað, sum hendir í skúlanum

Tað hevur leingi verið ein avbjóðing at fáa læraraútbúgvingina at samsvara við tað, sum hendir í skúlastovuni.

– Tað er nógv einfaldari at koma beint til kjarnuna, tá ið tú brúka video, heldur enn enn at fortelja um tað, sum hendi í tímanum. Tað er rætt og slætt sera stórur munur.

Tað sigur Ane Aarre, vararektari við Persbråten miðnámsskúla í Oslo. Hun hevur vegleitt læraralesandi bæði við og uttan video. Hon sigur, at videoklippini gera nakað við ferðina, tú lærir. Haraftrat verður tað lættari at tosa um tað, sum riggar í undirvísingini, og ikki bara um tað, sum ikki riggar.

Eg leggi stóran dent á nýtsluna av hesum slagnum av amboði, tá ið nýggir lærarar verða settir, sigur Aarre.

Nýhugsan í læraraútbúgvingini

Strømme sigur, at ein nýhugsan er farin fram í læraraútbúgvingini yvir eitt longri tíðarskeið. Hetta byrjaði í 2014, tá ið teldlar komu inn í skúlastovuni.

– Málið hjá okkum er at menna ymiskar nýggjar hættir at brúka í læringini og eftirmetingini, sum eisini kunnu verða brúktir í hægri útbúgvingum, eitt nú nýtslu av video, sigur Strømme.

Hetta gera tey eitt nú í DIVA-verkætlanini, sum er ein talgild integrering av videometingum á ymsum pallum. Í øllum útbúgvingum við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo verða ymiskir hættir av videoupptøkum at brúka í læring og eftirmeting mentir. Eitt úrslit av hesum arbeiðnum er appin, VIVA-appin, sum stendur fyri Visual Vocal Application. Appin kann verða brúkt at gera upptøkur av starvsvenjing í læraraútbúgvingini.

Taka skúlan aftur til universitetið

Endamálið við at menna VIVA-appina er sambært Strømme eitt nú at knýta tað, sum hendir í undirvísingini, við tað, sum hendir í skúlastovuni. Hon sigur frá einum lesandi, sum lýsir undirvísingina við at brúka appina sum ein túrur aftur og fram millum praksis í undirvísingini og praksis í skúlanum:

«Tú kanst taka universitetið til skúlan, men tað er trupult at taka skúlan aftur til universitetið».

«Við VIVA-appini verður tað lættari og betur javnvág», segði tann lesandi.

Strømme og Aarre eru samd.

Ektað undirvísing

– Vit síggja eisini, at appin kann vera við til at gera læraraútbúgvingina fjølbroyttari, tí vit kunnu vegleiða lesandi, sum koma ymsa staðni í landinum, uttan at teimum nýtast at koma í skúlan, sigur Strømme.

Ane Aarre hevur verið við til at meta um lesandi við at brúka VIVA. Hon samanber egnar upplivingar frá síni tíð sum læraralesandi, har hini, hon las saman við, spældu rolluspøl fyri hvørjum øðrum.

– Við at brúka VIVA kunnu vit heldur tosa um ektaðar undirvísingarstøður, sigur hon.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.