Tíðindi


Broytist dynamikkurin í flokkinum, um nógvir næmingar hava annað móðurmál enn føroyskt?

Í stóru kanningini, sum er gjørd av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki, eru næmingarnir spurdir, hvat mál verður tosað heima.

8. mai 2018

Tað er sjón fyri søgn, at er annað mál enn føroyskt málið, sum verður tosað í heiminum, so eru størri sannlíkindi fyri, at tað verður lisið minni í frítíðini. Tað er tó áhugavert at síggja, at verður hugt at einstaka næminginum, so er onki samband millum, hvussu nógv tú lesur, hugburð til lesing, og hvat mál verður tosað heima; næmingurin, sum tosar fleiri mál, er ikki verri fyri, og hann lesur líka nógv sum næmingurin, ið bara hevur føroyskt, og hevur ikki verri hugburð til lesing enn onnur. Hyggja vit hinvegin at flokseindini, so er støðan ein onnur; hvørji viðurskifti gera seg galdandi tá, er ilt at meta um. Broytir tað dynamikkin í flokkinum, at tað eru nógvir næmingar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt? Er hugburðurin hjá lærarum og undirvísingin øðrvísi, alt eftir um hann hevur ongar, fáar ella nógvar næmingar í flokkinum, ið hava annað mál enn føroyskt sum heimamál? Er tað samspælið millum næmingarnar, sum ger av, hvør hugburðurin til læring er? Hvussu er tað at vera einstaklingur í einum flokki, har mentanin til læring og lesing er negativ? Hvussu verður tú ein partur av slíkari mentan? Í øllum førum kunnu vit sambært kanningini staðfesta, at tað eru nakrar mekaniskur, sum gera seg galdandi í flokkinum meiri enn hjá tí einstaka næminginum, hvørt tú hevur ein positivan ella negativan hugburð til lesing. Tað kundi tí verið sera áhugavert at granskað nærri í, hvørji viðurskifti gera seg galdandi, tá ið talan er um at hyggja at einum hópi á floksstigi og á einstaklingastigi. Floksmentanin ella dynamikkurin millum næmingarnar sýnist í øllum førum at vera avgerandi fyri, hvør hugburðurin er til læring og lesing. Ein floksmentan, sum sigur, at tað er ikki kul at lesa, at tað er ikki í lagi at lesa ella at vera fakliga væl fyri og gera skúlating hevur bara gróðrarlíkindi og sleppur at ráða, um tað ikki verður arbeitt á lærarastigi fyri at broyta hana.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.