Tíðindi

Broytingar skulu gerast, um fólkaskúlin betur skal rúma næmingum við ADHD

Fólkaskúlin kann vera sera avbjóðandi fyri næmingar við ADHD. Tað kann 25 ára gamla Anna Nolsøe Joensen skriva undir uppá. Hon hevði sjálv trupult við at hugsavna seg og fylgja við í undirvísingini, tá hon gekk í fólkaskúla, men hvørki hon, familja hennara ella lærararnir vistu hví. Tá hon so fekk staðfest ADHD í 2014, gav alt betri meining.

03.01.2023

Anna Nolsøe Joensen, læraralesandi við serligum áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum, heldur, at núverandi skipan er stirvin, og at umfatandi broytingar skulu til, um fólkaskúlin betur skal rúma næmingum, ið hava ADHD.

– Ynskið um ein fólkaskúla fyri øll og fastløgdu normarnir í skúlanum standa í andsøgn hvørt til annað. Møguliga átti mann at byrjað av nýggjum. Um vit vilja hava ein fólkaskúla fyri øll, so má lógarverkið, skipanin og tilrættisleggjanin av skúlanum taka støði í tørvunum hjá børnum heldur enn samfelagsins tørvi, sigur hon og spyr:

– Ber yvirhøvur til at tosa um rúmligheit, tá eitt nú klokkan ger av, nær tú skalt hugsavna teg, fært steðg, sleppur at røra teg, fáa fríska luft, frið, lesa tína yndisbók, eta ella spæla?

Í dag lesur Anna til lærara, og sum læraralesandi brennir hon serliga fyri tí sernámsfrøðiliga økinum. Hon meinar, at skúlaskipanin átti at verið smidligari: Styttri dagar, minni krøv, smærri flokkar, sernámsfrøðiliga vitan og eina tvílæraraskipan, ið hon væntar kann stuðla trivnaðinum hjá øllum næmingum.

– Ein tvílæraraskipan á øllum floksstigum hevði styðjað upp undir, at støði betur kann takast í hvørjum einstøkum næmingi. Tað hevði verið lættari at skipað, næmingalagað og lagt undirvísingina til rættis. Tá mann hevur ADHD, hevur mann trupult við at hugsavna seg. Við tveimum lærarum í flokshølinum hevði tað verið møguligt at býtt flokkin í smærri bólkar og tillagað støðið í undirvísingini eftir hesum, sigur Anna Nolsøe Joensen, sum sjálv minnist, hvussu tað var, tá hon gekk í fólkaskúla. Tí í flokshølinum vóru tey umleið 20 næmingar og ein lærari.

– Tað er eingin kjansur, at ein lærari kann røkka øllum næmingum einsamallur. Uppgávan hjá læraranum verður ov møtimikil. Er tað ikki ov snævurskygt at hugsa um ein rúmligan fólkaskúla, tá tað í veruleikanum er ein lærari til yvir 20 næmingar? Tað sigur seg sjálvt, at fólkaskúlin leggur fót fyri fleiri næmingar, tá treytirnar eru, sum tær eru, sigur hon.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.