Tíðindi

Bjartskygdir næmingar trívast best

Skúlin kann fáa børn at trívast betur við at styrkja teirra bjartskygni og trúgv upp á seg sjálv, er niðurstøðan hjá granskarum í nýggjari kanning

4. oktober 2018

Eru dagar, har tú væntar tað versta? Keðiligir dagar, har tú vaknar við einum varuga av, at alt, sum tú gert, er skeivt, og at alt gongur tær ímóti?

Kanska hugsar tú:

”Eg tími ikki upp úr seingini.”

”Eg finni ikki út av nøkrum.”

”Eg eri sikkur í, at eg ikki fari at klára meg væl.”

30.000 næmingar plágaðir av svartskygni

Kennir tú kensluna av svartskygni aftur, veitst tú, hvussu nógvir næmingar í danska fólkaskúlanum hava tað dagliga, tá ið teir koma í skúla. Umleið 10 prosent av næmingunum í 4.-9. flokki eru stórt sæð ongantíð bjartskygnir, vísa úrslit í stóru donsku trivnaðarkanningini, sum er framd í donskum fólkaskúlum í 2017. Tað svarar til, at 30.000 næmingar út av 292.739 næmingum, sum hava tikið lut í kanningini, fara í skúla við svartskygni, kemur fram í kanningini, sum er almannakunngjørd fyri stuttum.

”Tað er ósunt at vera svartskygdur. Vit hava ikki funnið nakað granskingarúrslit, sum vísir, at nakað gott kemur burtur úr at vera svartskygdur,” sigur ein av granskarunum, Hans Henrik Knoop, lektari á Danmarks Pædagogiske Institut við Århus Universitet. 

”Tí hava vit savnað okkum um bjartskygnið hjá næmingunum, tað vil siga teirra trúgv uppá, at teir fáa ein áhugaverdan dag í skúlanum, og álit teirra á, at teir eru ikki ov býttir at fáa nakað burtur úr undirvísingini,” sigur hann.

Danska trivnaðarkanningin vísir, at

* Tað er samband millum, hvussu bjartskygdir næmingar eru og hvussu teir trívast: Jú meiri bjartskygdi teir eru, nøgdari eru teir við skúlan, næmingarnar, undirvísingina og enntá vesiviðurskiftini í skúlanum.

* Næmingarnir eru svartskygdast í teimum kommunum, har tað eru nógvir borgarar, sum hava lágar inntøkur. Kommunur við nógvum borgarum við høgari inntøku skora høgt, tá ið talan er um bjartskygni millum næmingar.

Skúlar við nógvum næmingum, sum skora lágt á bjartskygnis-stiganum hjá granskarunum, eiga at arbeiða fyri, at næmingar fáa góðar upplivingar í staðin fyri einum tapi fyri og øðrum eftir, mæla granskararnir til.

”Tað eru nógvir mátar at hjálpa næmingum at fáa viðgongd, sama hvussu dugnaligir teir eru, og tað eiga vit at gagnnýta. Tað er ikki í lagi, at vit lata børn fána burtur í sannføringini um, at teir ikki duga nakað, sigur Hans Henrik Knoop.

Kelda: videnskab.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.