Tíðindi

Betri læraraútbúgving betri lærarar

Umskipanin av læraraútbúgvingini fer betur at lúka tørvin, sum fólkaskúlin hevur, samanborið við læraraútbúgvingina, sum hevur verið. Tað sigur Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini.

26.05.2017

Við broyttu skipanini skulu øll læraralesandi hava grundskeið í føroyskum og støddfrøði, áðrenn tey velja, hvørja leið tey vilja.
- Tey, ið gerast liðug sum lærarar um trý ár, fara at hava eina tryggari grund at standa á. Hesir lærararnir fara at kunna fevna um fleiri lærugreinir, ið fólkaskúlin hevur, allir hava havt føroyskt og støddfrøði, fleiri fara at hava náttúruvísindaligu og kreativu lærugreinirnar; umframt hava teir verið longri tíðarskeið í starvsvenjing samanborið við skipanina, sum vit fara frá. Okkara vón er sjálvsagt, at hetta fer at lyfta fakliga stigið í fólkaskúlanum.

Frá komandi skúlaári skulu tey lesandi longu fyrsta lestrarárið velja tríggjar linjulærugreinir í staðin fyri tvær. Henda umskipanin av læraraútbúgvingini fer at hava við sær, at fleiri fara at velja náttúruvísindaligu lærugreinirnar, er Janus Jensen sannførdur um.
- Tað, at læraralesandi skulu velja allar linjulærugreinirnar longu fyrsta lestrarárið, hevur við sær, at vit at kunna skipa hold í linjulærugreinum við lesandi úr fleiri árgangum. Hetta fer at gera, at hesi holdini kunnu skipast regluligari umframt at vit eisini oftari kunnu skipa hold í teimum smáu lærugreinunum, sum fá læraralesandi vanliga velja. Eg ivist ikki í, at henda umskipanin fer at lyfta fakliga stigið í náttúruvísindum í fólkaskúlanum, sigur Janus Jensen.

Lesið samrøðu við Janus Jensen um umskipanina av læraraútbúgvingini og annað í Skúlablað nr 2, 2017.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.