Tíðindi

Barnasangbók Føroya til allar nýføðingar

Geva nýføðingunum og taka frá næmingunum.

2. mars 2018

Ikki hissini tíðindi!
Og ikki hissini vøggugáva frá landsins myndugleikum til allar komandi føroyingar. Eiga vit at frøast? Ja, tað eiga vit helst. Fara foreldur at syngja meira fyri sínum børnum? Eg ivist … Undrast vit? Ja, helst eru vit fleiri, ið gera tað.

Landsstýriskvinnan fer helst eisini at verða minst fyri sína avgerð, kanska meira, enn um vit fingu ein eyka tíma til sangundirvísing í skúlanum. Sagt verður, at hetta er ein liður í málmenning hjá okkara børnum, og at fleiri átøk verða gjørd í hesum sambandi. Tað gleðast vit sjálvandi um og bíða spent eftir, hvørji hesi átøk verða. Hetta er eitt kostnaðarmikið átak, og kanska vit undrast á hesa raðfestingina, tí hon fer óivað ikki at gera tann stóra munin.

Hví ikki?

Vit eiga rættiliga nógvar songbøkur, bæði gamlar og nýggjar, ið flestu heim eiga, og sum foreldur brúka og syngja úr fyri og saman við sínum børnum. Tey, ið ikki syngja fyri barninum nú, fara heldur ikki at syngja fyri barninum, eftir at vøggugávan er komin í húsið. Sangbøkurnar verða dagliga brúktar í skúlum kring landið, men kanska ikki so nógv, sum tær áttu at verið. Vit eiga eisini fleiri bøkur við barnasangum til tey smæstu, ið vera brúktar bæði í innskúlingini og í barnagørðum. Spurningurin er so, um politiska vøggugávan fer at broyta hetta, og um børnini fara syngja enn meira hóast fína heitið, “Barnasangbók Føroya fólks”.

Sangurin hevur tað ikki serliga gott í fleiri skúlum. Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri. Tær sangbøkur, vit eiga, kundu verið nógv meira brúktar, t.d. um vit fingu sang og tónleik á tímatalvuna. Morgunsangurin er ikki tagnaður, men dovnaður fleiristaðni, sum er stórt spell. Ein orsøkin sigst vera, at stundir og orka eru ikki til sang, tá ið hann skal flættast inn í vanligu undirvísingina. Vit skulu m.a. náa pensum, og fakligu krøvini hækka. Morgunsangurin hevur ofta einki fylgispæl, summstaðni verður biðið faðirvár, og lítil lestur lisin í staðin fyri at syngja. Kanska tí at hugburðurin til sang og venjingin í at syngja ikki hevur nóg góðar karmar. Kanska eitt komandi átak frá MMR í at menna málið hjá okkara børnum verður at menna sangin og morgunsangin í fólkaskúlanum?

Tað eru sostatt ikki bøkurnar, ið tróta, men heldur tímar at syngja úr teimum. Kreativu lærugreinirnar eru skerdar inn á bein. Sangtímar, tónleikatímar, ljóðføristímar og tímar at menna kreativu lærugreinirnar mangla. Tí kenst tað eitt sindur sum, at vøggugávan er sum at geva við aðrari hondini og taka við hinari. Geva nýføðingunum og taka frá næmingunum.

Um hugburðurin til sang fer at broytast við vøggugávuni, skal eg her lata vera ósagt, livst so spyrst.

Sigurlaug Fossdal, lærari. Klumma í Skúlablað nr 1, 2018.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.