Tíðindi

Børn skilja ikki ferð á sama hátt sum vaksin

Granskarar hava funnið út av, at heilin á børnum og ungum skilir ikki, hvussu langa tíð tað tekur, fyrr enn tú verður raktur av onkrum, sum flytur seg. – Tí kann tað vera ein trupulleiki, at 6 ára gomul børn súkkla í skúla, heldur granskari.

30. desember 2020

At skilja ferð er ógvuliga týdningarmikið, tá ið tú ert úti í ferðsluni. Tá ið ein bilur kemur koyrandi, mást tú vita, hvussu lang tíð gongur, áðrenn hann koyrir á teg. Mistekur tú teg, kann tað enda heilt galið. Nú hava granskarar við NTNU og Nord universitetið í Noregi gjørt eina kanning fyri at finna út av, hvussu børn og ung í aldrinum 6, 12 og 25 skilja ferð.

– Bilsin

Úrslitini koma óvart á, sigur Audrey van der Meer, heilagranskari. 

6 ára gomul brúka langa tíð at skilja, hvussu nógva ferð tey ella onnur hava. Harumframt hava tey ilt við at skilja millum ymiska ferð. Granskararnir hava í royndini sett ferðina á 5, 10 og 20 km/t. Tað er sama ferð, sum tá ið tú gongur, joggar ella súkklar vanliga í skúla. Gongur tað skjótari, verður tað verri.

Við ferðini 5 km/t gongur tað væl, men tá ið ferðin fer eitt sindur upp, brúka børnini nógva tíð at rokna ferðina út. Tað merkir, at eitt 6 ára gamalt barn, sum sær onkran á súkklu, hevur ilt við at rokna út, nær viðkomandi er á sama staði, sum barnið.

– At eitt 6 ára gamalt barn hevur trupulleikar av hesum, kemur ikki so óvart á, men tað, sum vit eru bilsin av, er, at tað 12 ára gamla barnið heldur ikki er búgvið á hesum økinum, samanborið við eitt ungt vaksið fólk, sigur Van der Meer.

Eisini vaksin hava trupulleikar

Heilin á 12 ára gomlum byrjar at nærkast heilanum á einum vaksnum í evnunum at rokna ferð út, men tað tekur teimum tó framhaldandi eitt sindur langa tíð at skilja ferðina. Í øðrum royndum hava granskarar kannað hægri ferð, so sum bilkoyring. Har síggja tey eisini, at 12 ára gomul hava ilt við at rokna ferðina út. Eisini vaksin brúka langa tíð at áskyna, hvussu skjótt ein bilur koyrir. Sjálvt ikki heilin á einum, sum er 25 ár, er fult mentur at skilja hetta.

Mátar tað, sum hendir í heilanum

Granskarar hava kannað hetta við at lata børn, ung og ung vaksin í eina hettu við eini rúgvu av sensorum á høvdinum. Sensorarnir fanga alt elektriskt virkni í heilanum. Granskarar hava gjørt ein film, sum simulerar, ella letur sum um, at tann, sum situr í stólinum, flytur seg við ymiskari ferð og í ymiska ætt. Tá ið tey føla, at tey eru við at renna á ein bil til dømis, skulu tey trýsta á ein knøtt.

Hví er tað soleiðis?

Hví skilir heilin ikki ferð?

Granskarar vita í roynd og veru ikki hví. Audrey van der Meer hevur tó eitt ástøði.

– Høga ferðin sum til dømis ein bilur kann hava, er ikki nakað, ið náttúran hevur skapt. Menningin av heilanum á hesum øki er kanska eitt sindur eftirbátur samanborið við tøknifrøðiligu menningina. Tað kann vera ein frágreiðing til, at 6 ára gomul skilja ferðina, sum eitt gongufólk hevur og ikki ein, sum er á súkklu.

Tørvar nógvar royndir

Tær tørvar nógvar royndir í ferðsluni fyri at kunna meta um, nær tú rennir á ein annan bil ella súkklu, heldur granskarin. Hon heldur ikki, at tað er skilagott, at 6 ára gomul súkkla einsamøll í skúla.

Í 2016 gjørdist tað ein regla í Noregi, at øll børn kunnu súkkla í skúla frá tí tey eru 6 ára gomul, um foreldrini loyva tí.

– Vit síggja, at tey 6 ára gomlu duga illa at døma ferð. Við eini ferð á 20 km/t høvdu tey flestu trupulleikar. Vanliga er ferðin á einum vegi nær við skúlar 30 km/t, og tað er hægri enn ferðin, sum vit mátaðu.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.