Leys størv

Avlopstímar í Skálavíkar skúla

Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21

Talan er um 1/3 starv, endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2020.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1 – 29.2

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari framanundan.

Umsøkjari skal kunna undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. flokk.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ragnu Leifsdóttir á tlf.  259360

Umsókn við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu sendast til Skálavíkar skúla, Gerðisvegur 11, 220 Skálavík ella við telduposti til skv@mail.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. mai 2020  klokkan 12.00.

Skálavíkar skúli hevur 1. til 5. flokk, skúlin er útgjørdur við nútímans amboðum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.