Tíðindi

Avgerandi at lofta lesitrupulleikum beinanvegin

- Er talan um álvarsligar lesitrupulleikar, hevur næmingurin brúk fyri hjálp øll skúlaárini. Avleiðingin av, at vit ikki fáa teir tímarnar, okkum tørvar at hjálpa teimum, er, at næmingarnir ikki fáa so góða hjálp, sum teir kundu fingið, siga Gunvør Højgaard og Annika Marr Poulsen, lærarar og orðblindaráðgevar

07.10.2021

Skjót hjálp er góð hjálp. Gransking vísir á, at tað besta, vit kunnu gera, tá ið talan er um lesitrupulleikar, er at arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at so fáir næmingar sum gjørligt fáa stórar lesitrupulleikar.

- Vit hava gott eftirmetingartilfar til fyrstu lesi- og stavimenningina, og tí kunnu vit heilt tíðliga í 1. flokki staðfesta, um lesingin ikki mennist, sum hon skal. Vit kunnu neyvt síggja, hvat tað er, sum næmingurin hevur trupult við. Við úrslitunum av hesum fyrstu kanningunum kunnu og eiga vit at seta inn beinanvegin og hjálpa, áðrenn lesingin er vorðin ein stórur trupulleiki. Tí gransking vísir, at næmingar, sum eru veikir lesarar í endanum av 1. flokki, eisini ofta eru veikir lesarar í 4. flokki. Gransking vísir tíbetur eisini, at vit kunnu gera nakað við tað, um vit arbeiða fyribyrgjandi og seta inn beinanvegin. Tað er altavgerandi, at næmingurin fær røttu hjálpina. Viðhvørt er brúk fyri ein-til-ein-undirvísing, og viðhvørt er best at arbeiða í smáum bólkum, siga Gunnvør Højgaard og Annika Marr Poulsen, lærarar og orðablindaráðgevar í Skúlanum á Fløtum.

Uppgávan hjá fólkaskúlanum er at syrgja fyri bestu umstøðum fyri læring, soleiðis at allir næmingar kunnu mennast fakliga, persónliga og sosialt. Lesing og skriving eru grundleggjandi førleikar í nærum øllum lærugreinum, og tí er tað so umráðandi, at allir næmingar hava ein nøktandi lesiførleika. Tvær ferðir um árið verða lesikanningar gjørdar í grund- og miðdeildini, og tá verður staðfest, um næmingum tørvar eyka stuðul ella serstaka hjálp at mennast í lesingini. Skúlin fær eina heildarjáttan við tímum til alt sernámsfrøðiliga økið, harav lesing er ein partur. Saman við úrslitunum av lesikanningunum og metingum frá lærara og lesivegleiðara verða tímar játtaðir at stuðla næmingum við lesitrupulleikum. Størsta avbjóðingin í hesum er, at tímarnir, sum eru settir av til sernámsfrøðiliga økið, ikki røkka til.  

- Tað eru snøgt sagt ikki nóg nógvir tímar. Í innskúlingini eru føroysktímarnir øktir, og tvítímar settir inn í 1. og 2. flokki at styrkja lesiinnlæringina, og hetta munar væl. Men í mið- og hádeild fækka tímarnir, samstundis sum krøvini økjast. Er talan um álvarsligar lesitrupulleikar, hevur næmingurin brúk fyri hjálp øll skúlaárini. Av tí at vit ikki fáa teir tímarnar, okkum tørvar, mugu vit klára okkum við færri; avleiðingin er, at næmingarnir ikki fáa so góða hjálp, sum teir kundu fingið, siga Gunvør Højgaard og Annika Marr Poulsen.

Lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindaráðgevar og onnur við kunnleika í lesing eru í skúlunum kring landið, men teir fáu tímarnir, sum eru settir av til teirra arbeiði, eru langt frá nóg mikið.

- Vit kunnu ikki ráðgeva okkum burtur úr lesitrupulleikum; tað skal nógv meiri til enn so. Tað eru umleið 15-20% av næmingunum, sum ikki hava ein nøktandi lesiførleika, harav eini 10% hava stórar avbjóðingar. Øllum tørvar serkøna og miðvísa hjálp. Vit arbeiða miðvíst frá fyrsta flokki at hjálpa næmingum við lesitrupulleikum, men skal tað eydnast okkum rættiliga at lyfta økið, mugu vit hava fleiri útbúnar lærarar innan lesing, sum dagliga arbeiða við næmingunum. Hetta krevur, at vit í Føroyum raðfesta útbúgvingar, og at sernámsfrøðiligu tímarnir, sum verða veittir næmingum við lesi- og skrivitrupulleikum, verða lisnir av lærarum við útbúgving og royndum innan økið.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.