Tíðindi

Atfinningarnar av læraraútbúgvingini nógvar og umfatandi

- Atfinningarnar eru so mikið álvarsamar, at vit mugu taka tær í álvara, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

4. november 2019

Var tað rætt at leggja læraraútbúgvingina undir Fróðskaparsetur Føroya? Tað eru tað nógvar meiningar um. Læraraútbúgvingin var fyri nøkrum árum síðan løgd undir Setrið og gjørdist bacherlor-útbúgving. Hvørt tað var eitt framstig ella afturstig fyri útbúgvingina fer nú at verða eftirmett, tí skipanin við Fróðskaparsetrinum verður endurskoðað, og læraraúbúgvingin verður eftirmett. Tað stendur í samgonguskjalinum. Tað, sum helst skundar undir at fáa eftirmetingina gjørda, er, at tað hava verið atfinningar at hoyra í miðlunum frá læraralesandi av útbúgvingini á Námsvísindadeildini.

- Eg havi leingi hoyrt nógvar atfinningar av læraraútbúgvingini, sum hon er háttað í dag. Hesar atfinningarnar hava verið so leingi, at eg fekk orðingina við í samgonguskjalið, og tók tað upp á fundi við Fróðskaparsetrið, vegna áheitanir á meg undir valstríðinum. Tá ið atfinningarnar vórðu umrøddar á fundinum við umboðini fyri Setrið, kom tað ikki óvart á tey; tey eru greið yvir tær. Vit avtalaðu, at tey kanna tað, sum funnist verður at, og at vit hittast aftur í januar at tosa um málið, har vit fáa eina eftirmeting og eina útmelding um, hvat ætlanin er at gera.

Landsstýrismaðurin vil ikki fara í smálutir um, hvat atfinningarnar snúgva seg um. Tó vil hann siga, at nógv, hann hevur tosað við, siga, at læraraútbúgvingin verður raðfest ov lágt.

- Samanborið við, hvussu læraraútbúgvingin var raðfest, áðrenn hon varð løgd undir Fróðskaparsetrið, verður hon raðfest ov lágt nú, eru tað nógv, sum halda. Somuleiðis halda fleiri, at tað hevur verið eitt stórt afturstig fyri útbúgvingina at umskipa hana til bachelor-útbúgving. Eisini eru atfinningar um, at undirvísingin ikki er nóg góð. Tá ið tú tekur eina útbúgving í Føroyum, má hon vera á jøvnum føti við líknandi útbúgvingar uttanlands; annars verður hon ikki góðkend. Atfinningarnar eru sum heild so mikið álvarsamar, at vit mugu taka tær í álvara, og eitthvørt eigur at verða gjørt. Fyrsta stigið er so, at viðurskiftini verða kannað.

Tað eru skjótt hálvtannað hundrað ár síðan, at vit fingu læraraútbúgving í Føroyum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.