Tíðindi

At samstarva um at læra, ella at læra at samstarva?

Nógvir fyrimunir eru við at brúka samstarvslæru í undirvísingini, heldur lærari

13.11.2019

Í skúlunum í dag verða ymsir hættir nýttir í floksundirvísing. Mest vanligi er helst talvuundirvísingin, har lærarin tosar og spyr, og næmingarnir lurta og svara. Eisini er vanligt at brúka bólkaarbeiði, har næmingarnir sita í bólkum á 3 ella 4. Men ein háttur, ið summir skúlar velja at brúka meiri og meiri, er Cooperative Learning, ella, á føroyskum, samstarvslæra. Lærusjónarmiðið handan samstarvslæru er sosialkonstruktivistiskt og er m.a. grundað á fatanir hjá sovjetiska sálarfrøðinginum Lev Vygotsky; sambært honum er læring ein sosial tilgongd, ið fer fram í samspæli við onnur. Málið hevur ein týðandi leiklut: Gjøgnum málsliga orðan og at gerast kunnugur við ymsar fatanir av evninum, ið arbeitt verður við, lærir einstaki næmingurin at síggja onnur sjónarmið enn bert sítt egna. Í samfelagnum í dag er týdningarmikið, at tú hevur bæði fakligar, málsligar og sosialar førleikar, umframt at kunna arbeiða saman við øðrum. Við samstarvslæru verða næmingarnir eggjaðir til at menna hesar førleikar.

Skúlablaðið hevur tosað við eina lærarinnu, sum arbeiðir í einum stórum skúla. Vit hava spurt hana, hvat hon heldur um samstarvslæru, hvussu tað riggar at brúka tað í undirvísing, umframt hennara meining um atfinningarnar av samstarvslæru, ið snúgva seg um, hvussu lærarar kunnu røkka pensum, tá ein brúkar samstarvslæru.

Lærarinnan sigur, at hon fekk ikki frálæru í at brúka samstarvslæru, tá ið hon gekk á læraraskúla, men tey hoyrdu um henda undirvísingarháttin. Tá hon so fór at arbeiða sum lærari, fóru øll á skeið í at brúka samstarvslæru, tí ynskiligt var, at hetta skuldi verða ein týðandi partur av undirvísingini.

Ymsir strukturar eru innan samstarvslæru, 46 í tali, men summir teirra hóska seg betur enn aðrir, tá ið viðvíkur floksstigi, tali av næmingum, umframt hvussu einstaki flokkurin samstarvar.

Lærarinnan heldur, at eitt, ið ger samstarvslæru til ein góðan undirvísingarhátt, er, at tú sum lærari er betur førur fyri at røkka teimum næmingum, ið vanliga ikki koma til orðanna í tímanum. Næmingarnir kenna seg kanska eisini tryggari við at tosa í smærri bólkum, samanborið við um 24 næmingar ella fleiri eru í flokkinum.

Við vanligari floksundirvísing, talvuundirvísing, fer mest av talutíðini til læraran. Onkrar kanningar, ið eru gjørdar, siga, at talan kann verða heilt upp til 80%. Í miðal fær hvør næmingur so minni enn ein minutt av talutíð. Í bólkaarbeiði er ein vansi, at summi næmingar eru meira passivir, og tá skúlatímin er lokin, hava teir kanska ikki fingið so nógv burturúr.

Við samstarvslæru kann lærarin skipa gongdina soleiðis, at næmingarnir sita í bólkum á 4. Tey brúka fyrst 2 minuttir at tosa um eitthvørt tvey og tvey, so brúka teir 1 minutt at taka samanum fyri parinum hinumegin borðið. At enda brúka tey so 1 minutt at lurta eftir parinum hinumegin borðið. Í einum tíðarbili á 4 minuttir hava so allir næmingar havt 2 minuttir av talutíð. Á henda hátt kunnu næmingar, ið annars høvdu verið passivir, dragast inn í frálæruna, og hvør sær orða teir seg aktivt viðvíkjandi læruevninum umleið 25 og 50% av undirvísingartíðini.

Lærarinnan sigur, at næmingar enntá eru komnir til hennara eftir undirvísingartíman og hava takkað henni fyri ein sera stuttligan og gevandi skúlatíma.

Samstarvslæra og pensum

Viðvíkjandi atfinningunum at brúka samstarvslæru, sigur hon, at eftir hennara meting er ongin forðing fyri at brúka samstarvslæru sum partur av undirvísingini. Ein partur av atfinningunum snýr seg um, at trupult kann vera at røkka pensum, tá samstarvslæra verður brúkt. Hesum er hon ikki samd í; hon sigur, at við teimum 46 ymsu strukturunum, ið samstarvslæra umfatar, so eru nógvar fyritreytir fyri at kunna arbeiða fjøltáttað. Næmingar læra á ymsan hátt, og teir læra kanska best av tí, teir sjálvir kjakast um og við at venda ymisk sjónarmið.

Men hví brúka fleiri lærarar so ikki samstarvslæru sum part av undirvísingini?

- Ein orsøk kann kanska vera, at í størru skúlunum arbeiða lærarar í stórtoymum. Og tá verður undirvísingarhátturin nakað, ið læraratoymini avgera í felag. Tað er jú ikki vist, at øllum lærarum dámar at brúka samstarvslæru. Ein nýggjur háttur at skipa undirvísing er ugeskemarevolutionen. Í stuttum snýr ugeskemarevolutionen seg um, at næmingarnir arbeiða við ásettum uppgávum innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Teir verða lærdir at arbeiða sjálvstøðugt og loysa uppgávur eftir teirra egna leisti. Tá kann samstarvslæra so ikki takast í nýtslu á sama hátt, sum við vanligari floksundirvísing, sigur hon.

Men, sum lærarinnan sigur, tó kann samstarvslæra takast inn í undirvísingina ein part av tíðini, soleiðis at næmingarnir fáa møguleikan at arbeiða fjøltáttað. Mest umráðandi er tó, sigur lærarinnan at enda, at lærararnir duga at taka ymsar frálæruhættir í nýtslu, til tess at røkka flest næmingum gjørligt.

Tekstur: Durith í Homrum

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.