Tíðindi

At rokna roknistykki úr veruliga lívinum

Fyrst í hesum árinum fekk ein skúli í Føroyum høvi at royna nýtt roknihefti; hetta er roknihefti, sum tekur støði í veruligum byggimálum.

17.10.2017

Marius Thomassen, ið er ráðgevi hjá handverksvinnuni í Vinnuhúsinum, hevur tillagað eitt roknihefti, ið Dansk Byggeri hevur latið gera, til føroysk viðurskifti. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag sum saman við handverkarafeløgunum og Skúlanum á Fløtum hava staðið fyri rokniheftinum, og fyrst at sleppa at royna heftið vóru júst næmingar í Skúlanum á Fløtum.
- Í heftinum eru ítøkiligar undirvísingargongdir tiknar úr veruleikanum. Tilfar, lønir og annað eru lagað til føroysk viðurskifti. Harumframt hava vit gjørt eitt annað upplegg til eina undirvísingargongd, sum eitur “Skúlavitjanir á byggiplássum”; hetta er til undirvísing undan eini vitjan á einum byggiplássi. Næmingurin lærir, hvørjar tilgongdir eru í einum byggimáli, frá byrjan til enda. Næmingurin fyrireikar spurningar, til tann, ið vísir runt, og viðkomandi er fyrireikaður at svara spurningum. Til hesar virkisvitjanir hava vit keypt trygdarútgerð, so sum hjálmar, trygdarskógvar, vestar, sum næmingar mugu lata seg í á virkisvitjanini. Hetta halda næmingarnir er stuttligt at sleppa at royna.

Rokniheftini og undirvísingargongdirnar eru gjørdar til 8. flokk; Skúlin á Fløtum hevur brúkt hetta í eitt hálvt skúlaár. Í skúlaárinum, sum júst er byrjað, verða tað fleiri skúlar, ið fara at brúka tilfarið. Rokniheftini eru ógvuliga væl móttikin í skúlunum, tí tey eru nakað annað, enn næmingarnir eru vanir við, samstundis sum tey eru í samsvari við námsætlanina, sigur Marius Thomassen.
- Tað eru fleiri orsøkir til, at vit hava gjørt hetta tilfarið til 8. flokk. Hetta gevur høvi til at tosa við næmingar í fólkaskúlanum. At tosa við 8. floks næmingar um framtíðar útbúgvingarval er upplagt, tí tá eru teir ikki undir so stórum trýsti at velja, teir hava tá tíð at hugsa um, hvat teir vilja, og fáa teir áhuga tá og halda fast við at vilja í læru, tá ið fólkaskúlin er liðugur, so er hetta í stóran mun eitt tilvitað val.
- Vit vóna sjálvandi, at næmingarnir taka eina avgerð, sum er tann rætta fyri teir, har tað at fara í læru er ein møguleiki, ið liggur frammarlaga í huganum. Somuleiðis at hesir næmingarnir velja at fara í læru sum eitt tilvitað val. Vit eru eisini áhugað í, at tað ikki eru trupulleikar at fara víðari at lesa sum timburmaður, elektrikari ella hvat er. Sum er ber tað ikki til sum elektrikari at koma inn á eina orkuútbúgving á Fróðskaparsetrinum eftir kvotu 1, tí tú ikki hevur gymnasialt miðnám. Teir praktisku førleikarnir, sum ein elektrikari hevur, verða ikki virdir á sama stigi, sum teir ástøðiligu førleikarnir, sum ein við gymnasialari miðnámsútbúgving hevur. Hetta er stórt spell.

Spurdur, um Føroya Handverksmeistarafelag hevur í umbúna at gera fleiri rokniheftir til fleiri aldurs- og floksstig og fleiri undirvísingargongdir, svarar Marius Thomassen, at tað vónar hann.
- Vit arbeiða við hesum í tann mun orka er. At skúlarnir taka so væl ímóti rokniheftunum, ger, at vit kanska mugu finna orkuna at gera fleiri hefti.

Les samrøður við Marius Thomassen í Skúlablað nr 5.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.