Tíðindi

At børn spæla nógv teldu, elvir ikki til sálarligar trupulleikar

Hjá summum hevur tað enntá gagnliga ávirkan á angist.

7. januar 2021

Nógv børn nú á døgum spæla nógv teldu. Summi so nógv, at tey menna stórar trupulleikar, sum ein diagnosa er sett á, nevniliga Internet Gaming Disorder (IGD).

Ein bólkur av granskarum við NTNU í Oslo hevur kannað nærri, um samanhangur er millum børn við IGD-eyðkennum og sálarligar trupulleikar.

– Vit hava ikki funnið nakað samband við millum IGD og seinni øktan títtleika av sálarligum trupulleikum. Tey 10 og 12 ára gomlu, sum vóru bundin av spæli, fingu færri eyðkenni av angist tvey ár seinni, tá ið tey vóru ávikavist 12 og 14 ára gomul, sigur Beate Wold Hygen, doktari við Instituttið fyri sálarfrøði við NTNU.

Sostatt fáa børn við øðrum orðum færri eyðkenni av angist, ikki fleiri.

Hetta kann til dømist hava samband við sosialu síðurnar av at spæla, ella at spæl er ein distraksión, sum fær børn at stúra minni enn onnur.

Heldur ikki øvut

Tað er heldur einki øvut samband.

– Vit hugdu at angist, tunglyndi, ADHD og atferðarórógv, men børn, sum høvdu fleiri eyðkenni um sálarligar avbjóðingar, vóru ikki í størri vanda at verða bundin av spæli, sigur Hygen, sum hevur skrivað eina grein í tíðarritinum The Journal of Child Psychology and Psychiatry um evnið.

Eitt av eyðkennunum av Internet Gaming Disorder er, at spælingin gongur út yvir skúla, arbeiði ella vinaløg, at vit spæla, hóast vit vita, at vit fáa trupulleikar av tí, at vit ikki duga at steðga ella minka um spæltíðina, at vit missa áhugan fyri øðrum frítíðarítrivum, og at vit lúgva um, hvussu nógv vit spæla.

Eldri kanningar vísa, at spæla lítil børn ógvuliga nógv teldu, kann tað føra við sær, at tey ikki menna kenslulívið nóg væl. Nýggjari kanningar vísa hinvegin, at børn við at spæla læra nógv annað, og at tey fáa vinir og sosiala samveru við at spæla.

Annað spælir inn

– Tá ið sálarligar avbjóðingar og IGD koma fyri um somu tíð, kann frágreiðingin vera ein onnur, og at onnur viðurskifti gera seg galdandi, sigur Lars Wichstrøm, professari og medrithøvundur av áðurnevndu grein. Hann hevur staðið fyri granskingarverkætlanini, sum kanningin byggir á. Hvørji onnur viðurskifti talan kann vera um, eru granskararnir ikki ivaleysir í, men eitt dømi kann vera ílegur, sum hava ávirkan á lyndið at gerast bundin, millum annað av internetspæli, og tað at fáa sálarligar trupulleikar.

702 børn hava tikið lut í kanningini. Kanningin var spurnabløð, samrøður og eygleiðingar annaðhvørt ár í 4 ár. Í dag eru børnini, sum hava tikið lut í kanningini, 16-17 ár.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.