Tíðindi

Arbeiðsmarknaðarkunning heldur enn starvsvenjing

Stóð tað til Tinu Purkhús, skúlavegleiðara á Skúlatrøð, varð starvsvenjingin í 10. flokki umskipað frá at vera starvsvenjing til at verða arbeiðskunning.

20.09.2021

Næmingar í 9. og 10. flokki skulu allir í starvsvenjing í tvær vikur. Vanliga eru næmingarnir í 9. flokki spentir til starvsvenjingina, og teir hugsa væl um tað, teir vilja, men hetta sama ger seg ikki galdandi fyri starvsvenjingina í 10. flokki, heldur Tina Purkhús.

- Starvsvenjingin í 9. flokki riggar væl, men starvsvenjingin í 10. flokki riggar ikki líka væl. Flestu skúlanæmingar hava eitt arbeiði, og starvsvenjingin verður ofta til, at teir velja okkurt av neyð heldur enn áhuga, og ikki so sjáldan spyrja næmingarnir, um teir ikki heldur kunnu arbeiða, har teir longu arbeiða frammanundan. Vóru hesar vikurnar í 10. flokki brúktar til arbeiðskunning í staðin fyri starvsvenjing, kundu næmingar fingið innlit í nógv viðurskifti, sum teir hava brúk fyri at vita meiri um. Tað kundi verið til dømis starvsfólkasamrøður, hvat er umráðandi at minnast til tá, hvussu tú fyrireikar teg til eina slíka, hvussu tú skrivar tú eina umsókn, hvussu tú bjóðar teg fram á arbeiðsmarknaðinum og so framvegis. Hetta er onkursvegna uppgávan hjá skúlavegleiðarunum, men vit náa tað ikki altíð. Tað, sum eisini ger seg galdandi, er, at tað ringt hjá næmingum at sleppa í starvsvenjing á summum arbeiðsplássum, tí áhugin er so stórur. Vóru tvær vikur til arbeiðskunning, so høvdu vit rokkið hesum, og so høvdu vit samstundis kunnað vitjað arbeiðspláss.

Skal starvsvenjingin skipast øðrvísi, krevst lógarbroyting.

Les alla greinina í Skúlablaðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.