Tíðindi

Arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag gagna lærarum og næmingum

Nú hava vit roynt hetta á fyrsta sinni, og vónandi hava allar leiðslur og allir lærarar fingið væl burtur úr døgunum. Jona Højsted, kassameistari Føroya Lærarafelags, skrivar

16.07.2020

Sunnumorgunin 2. juni 2019 skrivaðu Føroya Lærarafelag og táverandi landsstýriskvinnan, Hanna Jensen, undir avtalu um arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag. Sum við so mongum broytingum, sum verða gjørdar innan skúlaøkið, so gongur oftast nakað av tíð, áðrenn broytingarnar merkjast í gerandisdegnum. Nú hava vit roynt hesar arbeiðsdagar, sum eftir ynski hjá landstýriskvinnuni skuldu betra um ráðlegging og námsføðiligu menning skúlans.

Í avtaluni sendur millum annað: ”Einstaki skúlin hevur frælsi at skipa dagarnar, so teir verða nýttir til tey átøk, sum skúlin heldur eru mest viðkomandi. Talan kann umframt eftirmeting og ráðlegging verða skeið, námsfrøðiligir evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing.”

Ígjøgnum veturin hava vit, sum sita í nevndini í Lærarafelagnum, ofta fingið spurningin: hví liggja 5 dagar eftir síðsta skúladag? Hetta er, tí at broytingin varð gjørd so seint, at tað ikki var mett ráðiligt at leggja dagarnar øðrvísi, tí lógu 5 dagar eftir síðsta skúladag og tveir við skúlaársbyrjan. Komandi árini vera tað tríggir dagar í juni og tveir í august.

Nú hava vit roynt hetta á fyrsta sinni, og vónandi hava allar leiðslur og allir lærarar fingið væl burtur úr døgunum. Tað hevur verið ymiskt, hvussu dagarnir hava verið skipaðir runt um í landinum. Tað hevur ikki verið møguligt at eftirmeta árið á sama hátt sum áður. Fleiri skúlar hava eisini nýtt hetta høvið at styrkja faktoymini, samstundis sum lærarar havt møguleika at arbeiða saman fakliga/tvørfakliga í heilar dagar, fyri at leggja komandi árið til rættis. Skúli er nógv annað enn undirvísing, tí hevur tað stóran týdning, at tey viðurskiftini, sum ikki eru floksundirvísing, eisini hava góðar møguleikar at mennast. Eitt nú trivnaðararbeiðið, foreldrasamstarvið og mangt annað.

Tíðina fram ímóti, at næmingarnir fóru í summarfrí, var eg stundum ivasom í, hvussu hendan vikan fór at verða. Tá eg hitti lærarar, var spurningurin oftast, hví fimm dagar og hvat er meiningin við hesum. Hetta fekk meg onkra løtu at ivast í, um avgerðin, sum vit í nevndini høvdu tikið saman við Honnu Jensen, var heilt av leið. Nú vikan er farin, eri eg ikki longur í iva. Teir lærarar, eg havi hitt, hava allir verið jaligir um arbeiðsvikuna. Lærarar meta seg hava fingið nógv burtur úr vikuni, og halda sum heild, at hesir dagar í framtíðini fara at gagna bæði lærarum og næmingum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.