Tíðindi

Arbeiða til frama fyri størri vitan um ADHD í skúlanum og samfelagnum

Verður ADHD viðurkend sum ein íborin og lívfrøðilig menningarórógv, sleppa vit undan nógvum fordómum í skúlanum og samfelagnum. Tað heldur ADHD-felagið, sum hevur sett sær 10 mál

29. august 2019

Málini, ið ADHD-felagið hevur sett sær, eru sambært aðalmálunum í viðtøkunum hjá felagnum.

- Vit arbeiða alla tíðina við málunum, og tí verða tey dagførd javnan, tí vit fáa alla tíðina betri innlit, læra meir, síggja avbjóðingar og møguleikar eftir sum at samfelagið broytist, sigur felagið.

Fyrsta málið er at arbeiða fyri, at ADHD verður viðurkend sum ein íborin og lívfrøðilig menningarórógv, tí einans við viðurkenning av ADHD slepst undan fordómum sum vansorgan, vantandi foreldraevni og áhaldandi ágangi á foreldur og tey, sum hava ADHD. Einans við viðurkenning og fakligari vitan ber til at skapa rættar tillagaðar fortreytir og karmar, ið tryggja teimum, sum hava ADHD, trivna og menning.

Annað málið er at bróta niður tabu um ADHD og stigmatisering av ADHD; hetta eru fortreytin fyri at fáa viðurkenning. ADHD-felagið hellir seg at tølunum hjá WHO, ið metir, at umleið 5% av øllum børnum hava ADHD. Við at fáa fólk við ADHD og avvarðandi teirra at stíga fram og siga frá síni lívssøgu ber til at skapa tilvit og sostatt viðurkenning.

Triðja málið er førleikamenning av starvsfólki, sum eru um fólk við ADHD, so sum serlærarum, lærarum, námsfrøðingum, sosilráðgevum, sálarfrøðingum, kommunulæknum og so framvegis.

Fjórða málið er at gera mannagongdirnar fyri, hvussu skipanin arbeiðir, tá fólk skula útgreinast, greiðari.

Fimta málið er at fáa til vega fleiri serskúlatilboð. Allir skúlar við til dømis fleiri enn 200 næmingum eiga at hava eitt serskúlastovutilboð líknandi tað, sum er í Hoyvíkar skúla. Umframt eigur ein skipan at vera, sum tryggjar, at 10. floks eindirnar og miðnámsskúlarnir tryggja teimum ungu við ADHD góðar karmar og stuðul, soleiðis at tey gjøgnumføra miðnámsskúlan.

Sætta málið er arbeiða fram ímóti, at øll fáa sálarfrøðiliga og námsfrøðiliga viðgerð. Allar kanningar vísa, at besta viðgerðin er medisinsk saman við námsfrøði og sálarfrøðiligari viðgerð. Í dag fáa flest øll bjóðað medisinska viðgerð og onga ella lítla sálarfrøðiliga viðgerð.

Sjeynda málið er at vinna politiska viðurkenning og fáa ADHD-felagið á fíggjarlógina. Tað hevði gjørt, at felagið hevði kunnað bjóðað limum sínum góð faklig tilboð sum t.d. danska ADHD-felagið ger, t.e. sosialráðgeving og sálarfrøðiliga ráðgeving, ráðgeving til fakfólk eitt nú lærarar, eins og tað hevði gjørt tað møguligt at havt sjálvhjálparbólkar.

Áttanda málið er at stytta bíðitíðina. Hóast bíðitíðin til útgreinan av børnum, sum hava ADHD, sigst vera burtur, eru forðingar aðra staðni í skipanini, sum ger, at børn við ADHD ikki verða ávíst til útgreinan. Hjá vaksnum frættist, at bíðitíðin er upp til 3 ár, sum er alt, alt ov long.

Níggjunda málið er at seta inn tíðliga. Jú fyrr ein við ADHD/ADD kemur í viðgerð, jú betur økist lívsgóðskan. Samfelagsliga og fíggjarliga er tað nógv betri, lættari og bíligari at seta inn í barnaárunum og tryggja bestu fortreytir fyri einum góðum og longum arbeiðslívi. Tíverri sigur hagfrøðin, at fólk, ið ikki fáa viðgerð í sambandi við ADHD, renna seg í misnýtslu, kriminalitet, vanlukkur o.a. og koma tí at kosta samfelagnum dýrt í vaksnalívinum.

Tíggjunda málið er, at felagið setur sjálvhjálparbólkar á stovn og hevur sosialráðgeva og sálarfrøðing atknýttan til at ráðgeva familjum og einstaklinum við ADHD.

Les samrøður í Skúlablað nr 4, 2019 um ADHD


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.