Tíðindi

Annaðhvørt barn í Danmark dugir ikki at svimja

At børn fáa ov lítla venjing í svimjing, og at farið verður ov seint í gongd at læra at svimja, ger, at nógv børn ongantíð læra rættiliga at svimja. Hetta er ikki nóg gott, halda myndugleikar og tryggingarfeløg í Danmark

15.08.2017

Ein kanning, sum Yougov hevur gjørt fyri danska svimjisambandið og tryggingarfelagið TrygFonden í 2014 vísir, at 51 prosent av teimum 7-15 ára gomlu ikki kunnu siga seg at vera trygg í vatni, tí tey ikki eru før fyri at svimja 200 metrar ella longri uttan hjálp av onkrum slagi.

- Hetta er álvarsamt. Svimjing er ein grundleggjandi førleiki, sum kann metast á jøvnum føti við at kunna lesa, rokna ella súkkla, og tað er av somu orsøk ein lærugrein, sum skúlin tekur sær av, sigur Tobias Marling, verkætlanarleiðari í danska svimjisambandinum; hann metir, at hóast tølini eru nøkur ára gomul, so eru tey framvegis galdandi í dag, tí heildarmyndin er ikki broytt.

Ein av orsøkunum til støðuna er, at fjórða hvørt barn ikki fær tilboð um at læra at svimja í barnaskúlanum. Ein orsøk er, at farið verður ov seint í gongd við at læra børn at svimja; verður farið í gongd ov seint, eru verri útlit at læra at svimja. At duga at svimja er at kunna svimja 200 metrar ella meiri uttan hjálp. Vantandi trygdin í vatninum ger, at Sven Hedegaard, formaður Rådet for Større Badesikkerhed, stúrir fyri gongdini:

- Alt fleiri danir svimja oftari, og tað, tú kanst bera ótta fyri, er, at ov nógv læra ikki, hvussu tey kunnu vera trygg í vatninum, og at talið á vanlukkum økist, sigur hann.

Tað er tarnandi fyri tey børn, sum ikki læra at svimja, heldur Tobias Marling, tí tey kunnu ikki fara við vinunum í svimjihøllina.

- Vantandi svimjiførleiki merkir, at ikki øll børn kunnu taka lut í tiltøkum, sum tey tí eru ekskluderað frá, sigur Tobias Marling og undirstrikar, at tað sjálvandi er tryggari fyri børn og vaksin, at tey kunnu bjarga sær sjálvum.

Á hvørjum ári drukna fólk í Danmark; tíbetur er talið á børnum, sum drukna, minkað síðan aldarskiftið; tað liggur millum 0 og 2 um árið. Tó eru nógvar vanlukkur, har børn eru nærum við at druka, eftir at tey eru komin illa fyri í til dømis svimjihøllini.

Kelda: politiken.dk

Mynd: Jens Mortan Rasmussen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.