Tíðindi

Altjóða barnarættindadagur mánadagin

Barnsins rættindi eru í miðdeplinum mánadagin

17.11.2023

Mánadagin tann 20. novembur skipar næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla fyri tiltaki í skúlanum, ið setir ST-sáttmálan um barnsins rættindi í miðdepilin.  

Øll næmingaráðini kring landið eru boðin við, og fleiri hava meldað seg til. Yvir 100 næmingar ymsastaðni úr landinum fara at taka lut  – tað fegnast tey almikið um í Fuglafirði.  

Harumframt luttaka uml. 300 næmingar úr Fuglafjarðar skúla. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður og barnanna umboðsmaður, luttaka. 

Dagurin byrjar kl. 09.30. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.