Tíðindi

Alneyðugt at skipa lesiátak, sum gagnar øllum skúlum

Heldur einstaka skúlastýrið, at lesingin í skúlanum, tað varðar av, eigur at verða raðfest hægri, so kann skúlastýrið taka málið upp og gera leiðreglur, men tað hevur størri ávirkan, um landsmyndugleikarnir skipa átøk fyri allar skúlar, heldur Janus Vang, nevndarlimur í Heimi & skúla

8. oktober 2018

Foreldur í Føroyum hava ikki eins og foreldur í øðrum londum í sama mun møguleika at velja, hvønn skúla børn teirra skulu ganga í; í flestu økjum er ein skúli. Velur tú annan skúla enn tann skúlan, barn títt hoyrir til, skalt tú mangan tvørtur um kommunumark. Bara í Havn eru fleiri skúlar, eisini tveir frískúlar. Tvørrandi møguleikar at velja skúla sambært virðisgrundarlagi og fakligari raðfesting, eitt nú hvørji stevnumið skúlarnir hava, tá ið talan er um at raðfesta eina sunna lesimentan, gera tað uppaftur meiri alneyðugt at skipa átøk, sum gagna øllum skúlum, heldur Janus Vang, nevndarlimur í Heimi & skúla.

- Skúlastýrini hava ongar heimildir, tá ið talan er um, hvørji námsfrøðilig stevnumið einstøku skúlarnir hava, og hvat tey meta hevur týdning námsfrøðiliga, men vit kunnu gera leiðreglur um námsfrøðiliga stigið. Heldur einstaka skúlastýrið, at lesingin í einstaka skúlanum eigur at verða raðfest hægri, so kann skúlastýrið taka málið upp og gera leiðreglur, á sama hátt sum tað kann gera leiðreglur viðvíkjandi trivnaði, happing, sorg og øðrum. Tá ið tað er sagt, so meti eg kortini, at úrslitið av kanningini av lesivanum er so mikið álvarsligt, at tað átti at verið tikið upp sum eitt mál fyri allar skúlarnar, soleiðis at allar skúlaleiðslurnar taka lesimentanina á staðnum upp innanhýsis. Sjálvandi kunnu einstøku skúlastýrini gera sítt, taka lesikanningina upp innanhýsis og viðgera hana saman við lærarunum, men tað, sum hevði havt størri ávirkan, hevði verið at skipað eitt átak, sum røkkur øllum skúlunum í landinum.

Eitt lesiátak munar ikki nóg nógv einsamalt; tað er eisini umráðandi at raðfesta eftirútbúgving og førleikamenning av teimum, sum undirvísa í eitt nú føroyskum og øðrum málum, heldur Janus Vang. Kanning eftir kanning staðfestir, at læraraførleikin er avgerandi.

- Vansin hjá teimum smærru skúlunum er, at lærararnir í mongum førum ikki undirvísa í sínum linjufakum; nógva staðni mugu lærararnir undirvísa í mestsum øllum lærugreinum. Tí eiga allir lærarar, sum undirvísa í máli, at hava eitt forum, har teir kunnu geva út av sínum royndum; vitanardeiling í sjálvum sær er eitt førleikalyft. Vansin við dulnevndum kanningum er ikki bara, at skúlar ikki vita, hvussu fakliga stigið er í teirra skúla; vansin er eisini, at lærarar heldur ikki í nóg stóran mun vita, hvussu fakliga stigið er í flokkunum, teir undirvísa, samanborið við fakliga stigið í øðrum flokkum.

Í Heimi & skúla hava tey hugt nærri at, hvat verður gjørt aðra staðni fyri at fáa børn at lesa meiri í frítíðini. Í Århus í Danmark hava tey havt eitt lesiátak, sum eitur Read; næmingar í 2. og 3. flokki í 29 skúlaflokkum hava tikið lut, tilsamans 1500 børn. Við lutakasti vórðu næmingarnir býttir í tveir bólkar, helmingurin var partur av átakinum, og hin helmingurin var samanberingarbólkur. Næmingarnir í bólkinum, sum vóru partur av átakinum, fingu nakrar bøkur at lesa í frítíðini, foreldur teirra fingu greiða kunning bæði á skrift og á myndabrotum um, hvussu tey eiga at lesa fyri og saman við børnunum.

- Hetta er eitt sera áhugavert átak, tí tað er einfalt og bíligt; tað riggar sambært endamálinum, og øll børn verða javnsett; samstundis er hetta ikki eitt átak, sum vendir tær til skúlarnar, men til heimini, og tað er ein fyrimunur. Í grundini snýr tað seg um, at øll foreldur ganga saman um at fáa børnini at lesa meiri; eftirmetingin av átakinum er, at tey børnini, hvørs foreldur hildu, at lesingin hjá børnunum onkursvegna var steðgað upp, gjørdu størstu framstigini, kanska tí at foreldrini vóru tilvitað um, hvussu umráðandi tað er at lesa. Niðurstøðan var, at átakið hevði við sær, at foreldur gjørdust meiri eldhugað í lesimenningini hjá børnum sínum, og tey stuðlaðu teimum meiri í lesingini. Átakið hevði eisini gagnliga ávirkan í heimum, har tað frammanundan ikki varð lisið so nógv.

Les samrøðu við Janus Vang í Skúlablað nr 5, 2018.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.