Tíðindi

Allir skúlar atgongd til undirvísingartilfar

Allir fólkaskúlar í landinum fáa eftir summarsteðgin atgongd til alt føroyskt undirvísingartilfar, sum stavar úr Námi.

10.06.2021

Nýggj avtala millum í Kommunufelagið, Nám og Uttanríkis- og mentamálaráðið og sum er undirskrivað av flest øllum kommunum, tryggjar javnbjóðis atgongd til alt tilfar, ið Nám hevur gjørt og ger.

- Tá tað snýr seg um undirvísingartilfar, er Bókamiðsølan heilsølan hjá Námi. - Allar pappírsbøkur, sum vit geva út, verða prentaðar í ávísum upplagi, vanliga svarandi til ein árgang, 600 til 700, og leggja vit 100 afturat, so eru 800 eintøk, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Skúlarnir hava tí vent sær beinleiðis til Bókamiðsøluna, sum Nám hevur avtalu við um sølu og goymslu.

- Henda mannagongd hevur verið nýtt tey seinastu árini og virkar væl, men okkara vilji er ikki, at bøkur skulu standa á hillunum, men heldur fara út á skúlarnar sum skjótast, sigur Eyðun Gaard.

- Fólkaskúlarnir kring landið liggja bara inni við tí, tey keypa frá Bókamiðsøluni, og hava ikki atgongd til alt hitt undirvísingartilfarið, ið Nám eisini gevur út, og sum er minst líka viðkomandi fyri eina vælvirkandi undirvísing. Kanska hava skúlarnir ikki ráð til meira av undirvísingartilfari hetta skúlaárið, ella liggja skúlarnir inni við eldri tilfari, sum tey halda kann brúkast nøkur ár afturat, men sum í veruleikanum er úr eini aðrari tíð, sigur Eyðun Gaard, sum mælir til altíð at nýta nýggjastu bøkurnar.

- Nám vil við hesum tilboði vísa á, at tíðin er farin frá bara at ringja til Bókamiðsøluna og bíleggja eitt ávíst tal av prentaðum bókum. Heldur skal lærarin hava atgongd til alt tilfarið, eisini hin talgilda partin av savninum hjá Námi. Fyri einstaka læraran á skúlanum fer ein slík skipan at gera alt lættari. Kommunan hevur avtalað at gjalda ein fastan prís fyri tilfarið, og tí hevur lærarin við skúlaársbyrjan atgongd til alt undirvísingartilfarið og skal ikki hugsa um, hvat tað kostar, men kann brúka tíðina til at seta seg inn í og leggja undirvísingina til rættis við øllum tilfarinum, ið er tøkt á økinum. Hetta fer eisini at gera tað lættari hjá Námi at savna seg um javnt og samt at gera enn betri tilfar, og nú vita vit eisini, hvørjar inntøkurnar eru í fíggjarárinum og kunnu leggja arbeiðið til rættis út frá tí, sigur Eyðun Gaard.

Avtalan við kommunurnar um undirvísingartilfar snýr seg ikki bara um bøkur, men eisini um tær kt-skipanir og pallar, sum Nám varðar av.

Á kt-økinum gjalda skúlarnir ávíst gjald fyri samskiftisskipanina Office 365. Teir stóru skúlarnir hava eisini møguleika at nýta próvtøkuskipanina Wiseflow og at gjalda eftir næmingatali. Undirvísingarportalurin Snar kostar 1,5 mió. kr., har kommunurnar gjalda 500.000 kr., og landið rindar restina. Her gjalda kommunurnar í mun til íbúgvatalið. Í nýggju avtaluni verður tað eftir næmingatalinum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.