Tíðindi

Allir nýføðingar fáa sangbókina

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur kunngjørt, at Barnasangbók Føroya skal latast øllum nýføðingum í vøggugávu, so tey smæstu kunnu fáa móðurmálið sungið inn við móðurmjólkini

14.06.2018

Landsstýriskvinnan hevur tikið avgerðina í sambandi við, at 2018 er ár fyri málmenning hjá børnum, og endamálið er at víðka tilvitið hjá øllum, sum eru um tey smæstu børnini.

- Vit vita, hvønn týdning tað hevur fyri okkum menniskjur at syngja, tað er frum-, tað er tað fyrsta instrumentið, vit hava, og tað er púra rætt, sum tey siga, at seinni styrkir tað eisini málið almikið, sigur Joanna Johansen, lærari, sum eisini hevur verið sanglærari í eini 30 ár og fegin vil lata sítt ískoyti til sangbókina, nú freistin fyri at koma við uppskotum um innihaldið er um at vera runnin.

Joanna sigur, at tú kanst eisini syngja sangir, sum hava torfør orð, men tað ger ikki petti, tí barnið lærir tey, og skilir tað ikki orðini beinanvegin, so kemur tað.

- Vit skulu ikki halda okkum aftur og siga, at tað skal ikki bara vera sovorðið barnsligt sum "aaah-baaa-búúú" fyri at børnini kunnu læra tað.

Ein slík barnasangbók, ið er ætlað børnum millum 0 og 7 ár, skal sjálvandi innihalda nakað, sum er barnavinaligt, men tað ger einki, um tað krevur eitt sindur, tí tey vaksnu kunnu vera við børnunum og syngja tað fyri teimum og læra tey tað uttanat og greiða frá orðum, tí soleiðis veksur orðatilfeingið, heldur tann royndi sanglærarin. Joanna heldur eisini, at tað er týdningarmikið, at vit taka tað klassiska, t.v.s. Hans Andrias Djurhuus og allar hansara ómetandi barnasangir. Hansara barnasangir eru ein dýrgripur, sum í sjálvum sær er ein tíðarleys ævintýrverð. Uttan at vita tað prógva børnini tað sjálv, tí "Dukka mín er blá" er framvegis tann sangurin, sum børnum dámar allarbest.

Joanna Johansen heldur, at vit eiga at taka teir gomlu sangirnar við umframt nakrar av teimum nýggju sangunum, tí vit eiga góð fólk, sum hava hevjað barnasangskattin, eitt nú Pauli (Palli) Hansen, ið hevur gjørt løg til átta av 12 yrkingar í savninum hjá Sólrun Michelsen, Loppugras, og ikki at gloyma tónaskaldið Knút Olsen. Vit hava Aleksandur Kristiansen, ið er eisini er serliga kendur fyri sínar barnarímur, og vit hava Jensinu Olsen, ið hevur gjørt fleiri sangir til børn. Haraftrat kann tilfarið í sangbókini saktans vera rím og ramsur umframt skjaldur av tí gamla slagnum, ið sambært Joannu alt er óføra gott fyri málið. Hon nevnir eisini kanonsangir, eitt nú "Omma Ludvík" hjá Kristiani Blak. Fólk til at ríka barnasangbókina trýtur okkum ikki.

Í høvuðsheitum er bara tankin um tað, ið hevur felags ástøði hjá okkum øllum frá barnsbeini, er øgiliga týdningarmikið, tað er ein sonn gáva í sær sjálvum, tí so hava vit ein felags pall, sum vit øll kunnu víðka, sigur Joanna Johansen.

- So vit skulu savna okkum um tað, sum er gamalt, men eisini tað, sum er gott og nýtt.

Í tíðindaskrivi fyrr í ár sigur Mentamálaráðið m.a., at øll børn eru fødd við evnunum at læra mál, men fortreytin er, at hesi evni verða aktiverað og ment. Og tað verða tey bert, um vit vaksnu eru tilvitað um okkara týðandi leiklut í málmenningini hjá børnunum, og at vit áhaldandi seta orð á lutir og gerðir, og tað, sum annars fyriferst í gerandisdegnum.

Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin tódnar, og enskt trokar føroyskt burtur.

Seinastu árini er dagliga samveran – og samrøðan – millum okkum menniskju nógv broytt. Serliga tí skermar eru vorðnir ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum.

"Okkara lítla og viðbrekna mál er jú grundarlagið undir allari okkara ríku mentan. Tí vóna vit, at vit øll í felag kunnu verða meiri tilvitað um at stimbra, styrkja og menna málið hjá okkara minstu," sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Myndin:

- Vit vita, hvønn týdning tað hevur fyri okkum menniskjur at syngja, tað er frum-, tað er tað fyrsta instrumentið, vit hava, og tað er púra rætt, sum tey siga, at seinni styrkir tað eisini málið almikið, sigur tann royndi sanglærarin Joanna Johansen.

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.