Bloggur


Allir næmingar vita ikki, hvar markið fyri happing er

Guri Tórsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn, bloggar

26. apríl 2017

Páskafrítíðin er júst farin aftur um, og umframt familjuhugna og túrar í náttúruni var ein partur nýttur saman við dóttrini og eini sjónvarpsrøð, hon viðmælti mær. Ein ungdómsrøð, sum snýr seg um happing í einum skúla. Nakrir sterkir partar, sum fingu meg at hugsa um, hvussu tað er statt við happing í skúlunum í dag – ella um happing sum heild.

Nógv átøk hava verið, sum uttan iva hava fyribyrgt happing, men tað slepst ikki undan, at happing fer fram og allarhelst altíð fer at vera ein partur av gerandisdegnum hjá menniskjum – ikki bert í skúlunum, men eisini á arbeiðsplássum, í nærumhvørvum, í smáum samfeløgum og so framvegis.

Eg kom í tankar um eina veruliga hending, sum fór fram fyri nøkrum árum síðan. Eitt barn skifti bústað og harvið eisini skúla, og meðan foreldrini í langa tíð livdu í góðari trúgv um, at hetta barnið treivst í skúlanum, var tað als ikki soleiðis, tí barnið upplivdi ágangandi happing. Happing, sum einamest gekk fyri seg til og frá skúlanum og í skúlanum. Hetta fekk ein bráðan enda, tá barnið ikki tímdi fleiri álop og sløg, men valdi at sláa aftur. Tástani kom vend í. Hví sá og merkti ongin nakað, ber so til at spyrja!

Happing finst ikki bara í tí fysiska umhvørvinum, men eisini á sosialu miðlunum, sum áðurnevnda sjónvarpsrøð eisini vísti. Tá eg herfyri fekk møguleikan at hava nakrar tímar saman við einum flokki um happing á netinum, fann eg útav, at ikki allir næmingar eru tilvitaðir um ymisk mørk og tíansheldur ikki, at happing ikki einans gongur fyri seg í sjónligum støðum, so sum í skúlagarðinum, men at sosialu miðlarnir eisini eru eitt stað, har happing fer fram. Hetta vóru áhugaverdir og mennandi tímar fyri meg, og umframt tað eisini er gott at fáa eina breiðari fatan av, hvussu tílík átøk eru skipað.

Seinastu árini havi eg tvær ferðir upplivað, at persónur er komin til mín við umbering, tí viðkomandi hevur verið við til at happa meg, tá eg gekk í fólkaskúlanum. Hóast foreldur míni eisini hava mint meg á okkurt, so minnist eg satt at siga ikki, at eg havi verið happað, tí soleiðis havi eg ikki kent tað. Júst hetta seinasta er faktiskt rættiliga áhugavert. Kanska hevur tað okkurt við mótstøðuføri hjá einum menniskja at gera! Eg veit ikki, men ætli mær so avgjørt at finna fram tilfar, lurta og spyrja, so eg kann gerast klókari upp á hetta, sum nú er vorðið ein partur av mínum arbeiðslívi sum lærari.

Menniskju kunnu hava lyndi at favorisera; at geva fyrimunir, at taka framum. Vit klára best upp við summi, og tað er ein erlig søk, tí vit skulu helst liva okkara lív, har vit hava tað best og saman við teimum, vit hava tað best saman við. Men vit skulu eisini læra at rúma.

Nú nærkast summarfrítíðin, og áðrenn vit vita av eitt nýtt skúlaár. Eg gleði meg til bæði – og í hasari raðfylgjuni, skal leggjast afturat. Vónandi steðga vit ongantíð at lurta, hyggja, hugsa, merkja, siga okkara meining og um neyðugt tala at - ikki bara um alt og onki, men tá tað gevur meining, og tá tað er neyðugt.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.