Tíðindi

Allir næmingar fáa nú Strok og Píka7

Ein týðandi fortreyt fyri, at lærarar kunnu brúka barnabløðini Strok og Píka7 sum ein integreraðan og natúrligan part av undirvísingini, er, at allir næmingar fáa bløðini. Við skúlaársbyrjan í ár er hetta nú ein veruleiki.

26.08.2021

Bløðini styðja beinleiðis upp undir endmálið við verkætlanini Føroyar lesa, sum er at fáa allar føroyingar at lesa. Børn og ung kunnu so at siga rættiliga seta ferð á lesingina. Ein tungur tekstur ella eitt keðiligt evni kann køva lesihugin hjá einum hvørjum, meðan lættur tekstur um eitt spennandi og viðkomandi evni kann fáa sjálvt tann treiskasta at fara at lesa. Og tað er júst tað, sum STROK og Píka7 gera. Fremsta málið er at menna lesiáhugan og tilvitið hjá børnum og ungum um týdningin at lesa og geva teimum eina holla barlast viðvíkjandi barna-og ungdómslívi, vinarlagi, átrúnaði, náttúru, vísindum og fjølbroyttari vitan um okkara samfelag og onnur lond og teir møguleikar, tann ungi hevur. 

Tað er í stóran mun børn og ung, sum skriva til og seta sín dám á Píka7 og STROK. Yngsti ummælarin er í løtuni 7 ár, og elsta blaðfólkið er 18 ár.

Seinastu tvey skúlaárini eru barna- og ungdómsbløðini STROK og Píka7 komin út seks ferðir um árið. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið stendur fyri útgávunum. Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er at geva børnum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og – ikki minst – á teirra egna máli.

Tað er í stóran mun børn og ung, sum skriva til og seta sín dám á Píka7 og STROK. Yngsti ummælarin er í løtuni 7 ár, og elsta blaðfólkið er 18 ár. Børn og ung vita sjálvandi best, hvat børn og ung vilja lesa. Børn duga so nógv ymiskt, og Píka7 og STROK er pallurin, har tey kunnu sleppa at royna seg.

Løgtingið gjørdi í fjør av at hækka stuðulin til blaðútgávurnar við teirri grundgeving, at ynskiligt er, at allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini ókeypis. Saman við stuðli frá hvørjari einstakari kommunu sær røkka vit nú málinum, sum bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags og mangir lærarar við okkum hava droymt um í nógv ár: Allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini hvørja ferð, tey koma út.

Um Píka7

Píka7 er ein heimur við upplýsing og undirhaldi til tey yngstu. Í blaðnum kunnu tey lesa um føroysku náttúruna og ymisku dýrini, sum har liva, og nógv annað spennandi og stuttligt. Prátað verður eisini við børn um ymiskt, sum tey gera, og so eru søgur, ítriv og nógvar uppgávur afturat.

Eisini kunnu børnini sjálv skriva inn til blaðið, um tey vilja.

Á pika7.fo eru millum annað greinir úr blaðnum og ein heimur við føroyskum dýrum. Her sært tú flottar myndir av fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum. Og vilt tú vita meira um dýrini, kanst tú sjálvandi eisini fara inn á heimasíðurnar og lesa alt møguligt spennandi um tey, síggja filmsbrot og hoyra fuglalát.

Aldursbólkur: Píka7 er barnablaðið til tey umleið 5-9 ára gomlu, sum svarar til 0.-3. flokk (og yngri og eldri børn kunnu saktans lesa blaðið)

Á netinum: píkasjey.fo

Um STROK

STROK hevur ein eitt sindur eldri profil enn Píka7 og hóskar betur til aldursbólkin frá umleið 4. til 7. flokk. Vit endurskoða og dagføra javnan innihaldið, so tað er tíðarhóskandi og svarar til “krøvini” frá lesarum okkara.

Í STROK kanst tú lesa greinir og samrøður um alt, sum er týdningarmikið í lívinum, um alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, um listafólk, dýr og børn her heima og úti í verð. Um ævintýr, undurfull ting og syrgiligar støður. Harafturat er ein spurnarkassi, Spyr bara, ynskimyndir at heingja á veggin, ítriv, krossorð, tíðindi, flovisligar søgur og skemtisøgur í hvørjum blað. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv – eisini frá lesarum.

Á strok.fo, Facebook, Snapchat og Instagram kunnu vit røkka lesarum hvønn dag við nýggjum, feskum, spennandi og áhugaverdum tilfari. Her koma vit beinleiðis í samband við lesararnar og hoyra teirra meiningar og ynski.

Í fleiri enn 65 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og tað vilja vit, at tað eisini verður í framtíðini!

Aldursbólkur: 4. flokkur og eldri

Á netinum: strok.fo, eina youtubekanal, umframt vangar á Facebook, Instagram og Snapchat

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.