Tíðindi

Allir fólkaskúlalærarar hittast í Norðurlandahúsinum

Læraradagarnir verða í komandi viku, 18. og 19. februar; heitið á ráðstevnuni er Lærdómur er lættur at bera, og evnið er læring í 21. øld.

12. februar 2020

Dagurin verður skipaður við trimum felags framløgum í høllini og fimm verkstovum. Hvør luttakari meldar seg til eina verkstovu. Dagarnir eru skipaðir soleiðis, at helmingurin av lærarunum møtast fyrra dagin, og hin helmingurin seinna dagin.

Fyrsti fyrilesturin verður eftir Lene Tanggaard, professara, ph.d. og rektara á Designskolen í Kolding í Danmark. Heitið á fyrilestri hennara er: At læra fyri at liva í 21. øld. Hon fer eitt nú at røða um, hvør lærdómur verður týdningarmestur. Hon fer serliga at savna seg um tær skapandi lærutilgongdirnar, sum snúgva seg um at seta spurningar, at undrast, at kanna o.s.fr. Kritisk og skapandi hugsan og royndir eru grundleggjandi, óansæð um tað snýr seg um talgildisbúgving, at skapa ella at tilogna sær vitan og førleikar.

Annar fyrilesturin verður eftir Theresa Schilhab, professara, neurobiolog og ph.d. á Aarhus Universitet. Heitið á hennara fyrilestri er Um sansaupplivingar í læring. Hon tekur støði í nýggjari gransking innan fatanarsálarfrøði og nervavísindi, sum vísa, at hugsan og vitan eru tongd at sansamotoriskum og kensluligum tilgongdum. Hugtaksliga vitanin um ítøkiligar lutir er m.a. grundað á tev-, smakki- og sjónupplivingar og á, hvussu lutirnir følast, og hvønn kensluligan týdning teir vekja. Kropsligar royndir og sansir okkara eru sostatt avgerandi fyri sinnislig virki, sum t.d. málsliga menning og fatan. At kalla øll læring er sett saman av sansamotoriskum og kensluligum tilgongdum, sum verða samanbundnar við endurtøku. Saman við siðbundnari undirvísing kunnu slíkar tilgongdir fremja djypri læring og fatan.

Triði fyrilesturin er eftir Michael Wahl Andersen, sum er lektari í støddfrøði og sálarfrøði á Københavns Professions Højskole. Í fyrilestrinun Arbeiðsminni fer hann at greiða frá, hvussu arbeiðsminni sum hugtak kann skiljast, og hvønn týdning tað hevur fyri læring.

Verkstovurnar eru fimm í tali: Náttúruupplivingar og tøkni við Theresa Schilhab, Faklig lesing í støddfrøði við Michael Wahl Andersen, Kropsligar rørslur og læring við Súna Olsen, lærara í Skúlanum í Eysturkommunu, Avbjóðingar hjá lesiveikum næmingum í undirvísingini við Fríðbjørg Hammer, fyrstalærara í Kaldbaks skúla, og Norð, norðurlendsk samvirkin skaldsøga við rithøvundinum Camilla Hübbe.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.