Tíðindi

Alis Jóna Højsted sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla.

14.09.2021

Alis er 56 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.

Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari, og orðblindalærari. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og innan tað privata. Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið í starvi sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla og hevur luttikið á leiðsluskeiði.

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.