Tíðindi

AKT-læraraskipanin roynist væl

AKT-læraraskipanin er tann skipanin í fólkaskúlanum, ið hevur við trivnað at gera, sum hevur virkað longst.

01.06.2021

Uppgávan hjá AKT-lærarum er saman við flokslæraranum at fáa allar næmingar í fólkaskúlanum at trívast. Einir 80 lærarar hava fingið eftirútbúgving sum AKT-lærarar, og flestu serlærarar eru eisini AKT-lærarar. Skipanin hevur nógv ár á baki, hon er ment nógv og roynist sum heild væl, heldur landsstýrismaðurin, men sum við øllum skipanum eigur eisini henda skipanin at verða eftirhugt við jøvnum millumbilum.

- Sum við øllum skipanum kann tað hugsast, at hon skal hava ábøtur, og tí er hugsandi, at AKT-lærarauppgávan eisini verður endurskoðað, nú fólkaskúlalógin verður endurskoðað. Trivnaðararbeiðið fyllir meiri og meiri í skúlanum, og í tí hongur arbeiðið hjá AKT-læraranum. Vit vita, at tímatalið, sum AKT-lærarar í teimum stóru skúlunum hava, ikki røkkur nóg langt, tá ið hugsað verður um, at í teimum skúlunum eru so nógvir flokkar. AKT-lærarin skal jú røkja allar flokkar, sigur Jenis av Rana.

Landsstýrismaðurin heldur, at orsøkin til, at AKT-læraraskipanin virkar væl, er tí, at AKT-lærarar hava fingið førleikamenning.

- Henda skipanin er gott dømi um, hvussu umráðandi førleikamenning er. Vit tryggja okkum, tá ið eftirútbúgvingar verða bodnar út, at tað eru lærarar kring alt landið, sum fáa tilboðið, soleiðis at tað eru útbúnir AKT-lærarar í øllum skúlum. Í einstøkum føri er eingin útbúgvin AKT-lærari, men summir skúlar hava fleiri útbúnar. Smáu skúlarnir hava atgongd til AKT-lærara í øðrum skúlum. 

AKT-lærarar taka stig til og skipa fyri fleiri afturvendandi tiltøkum í skúlaárinum. Eitt er spæliliðið, sum er í flestu skúlum; flestu staðni er tað uppgávan hjá AKT-læraranum at fáa spæliliðini at virka. Endamálið við spæliliðnum er at bøta um trivnaðin og fyribyrgja happing í fríkorterunum. Tað eru vanliga næmingar síðst í miðdeildini ella sjeynda flokki, sum hava til uppgávu at vera saman við yngstu næmingunum og skipa fyri spølum í fríkorterunum. Eldru næmingarnir eru á skeiði fyri at læra, hvussu teir best kunnu loysa uppgávuna, og teir hava ein ella fleiri lærarar í skúlunum, ið virka sum akkersfólk og hjálpa næmingunum at skipa fyri.

Í fleiri skúlum er royndar- og menningarvirksemi, sum tekur støði í trivnaði; í fleiri av verkætlanunum standa AKT-lærarar fyri.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.