Tíðindi

AKT-arbeiðið í skúlanum eigur at verða raðfest

AKT-lærarar áttu at arbeitt við AKT burturav, um tað skuldi gjørt mun. Tað sigur Ugur Kevioglu, sum er útbúgvin AKT-lærari. Hann arbeiðir í Barnabata sum mentorsamskipari

28.12.2022

Uppgávan hjá AKT-lærarum er eitt nú at fyribyrgja mistrivnaði, men sannroyndin er, at teir mangan verða brúktir til at loysa mál, sum hava við mistrivnað at gera. Ugur Kevioglu, sum er útbúgvin AKT-lærari, skilir væl, at støðan er soleiðis.

- Tað sigur seg sjálvt, at hevur AKT-lærarin tveir tímar at arbeiða við AKT-virksemi um vikuna, so eru stundir ikki til at gera nakað munagott við fyribyrging. Ein munagóð AKT-ætlan fyri ein skúla krevur tíð og umstøður. AKT-lærarin skal gera virkisætlanir, eygleiðingar, vegleiðingar, skipa og hava fundir við lærarar og læraratoymi og so framvegis. Tá røkka tveir tímar ikki langt. AKT-lærarin er samstundis vanligur lærari við fullari tímatalvu, mangan flokslærari, og tá krevur tað eyka yvirskot, um tú eisini skal kunna brúka tíð til tað, sum AKT krevur. AKT-lærarar áttu at arbeitt við AKT burturav, um tað skuldi gjørt mun. Hinvegin er tað ikki bara tíð, sum skal til, tí AKT leggur upp til samstarv og vegleiðing og ikki minst, at skúlin hevur eitt felags fakligt mál, sum hevur við sær, at AKT verður hugsað inn í alt. Tá ið talan er um trivnað, eru ongar skjótar loysnir; hinvegin tekur tað tíð og nógva reflektión og gott samstarv.

Barnabati arbeiðir á nógvum mótum og er partur av fleiri stórum verkætlanum, eitt nú Betri vinir, sum er eftir danskari fyrimynd og í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet. Hetta er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið, ið er granskingargrundað og samansett av námsfrøðiligum amboðum, er ætlað til 0-9 ára gomlum børn, fakfólkum og foreldrum. Henda verkætlanin savnar seg eisini um umhvørvið og mentanina, sum ger seg galdandi í flokkinum, barnið er partur av.

- Tá ið talan er um verkætlanir, sum hava við trivnað og fyribyrging at gera, so er aðaltankin at seta inn so tíðliga sum til ber. Tað er tað besta, vit kunnu gera fyri børnini, og tað er eisini bíligast fyri samfelagið. Tað er sjálvsagt, at leggur tú frá fyrsta degi í fyrsta flokki upp til, at øll skulu trívast, og gert fyriskipanir, soleiðis at hetta ber á mál, so skapar tú karmar fyri trivnaði og fyribyrgir mistrivnaði. Tú loysir nógvar trupulleikar við at raðfesta fyribyrging. Í skúlum uttanlands, eitt nú í Svøríki, er vanligt, at skúlar hava starvsfólk, sum burturav hava til uppgávu at møta børnunum í fríkorterunum og allastaðni, har tey savnast, tosa við tey, fáa tey at kenna seg væl og eisini at kenna, at tey altíð kunnu venda sær til teirra um alt, bæði tað fakliga og persónliga. Hetta verður sjálvandi gjørt í samstarvi við flokslæraran og læraratoymið. Flyta vit hetta yvir á føroysk viðurskifti, so átti hetta at verið uppgávan hjá flokslæraranum, og tað kundi tað eisini verið, um hann var loystur meiri frá undirvísingini.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022, sum kom í oktober.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.