Tíðindi

Age shaming hóttir arbeiðsumhvørvið

Aldur sigur einki um, hvørjar førleikar tú hevur, og hvat tú dugir og megnar. Kortini vísir gransking, at ung fólk kunnu vera fyri negativum hugburði í arbeiðslívinum.

02.06.2023

Tíðargrein eftir Borghild Brekke Hauglid, lektara á Høyskolen Kristiania, og Mina Tjelle, fulltrúa í Høyskolen Kristiania í Noregi. Greinin hevur staðið á forskning.no

Tá ið tú hoyrir um aldursmismun, hugsar tú kanska órættvísa ella vánalig viðferð av gomlum fólki á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki so løgið, tí nógv ljós hevur verið varpað á aldursmismun av eldri og gomlum, og hvørjar negativar avleiðingar hetta kann hava.

Samstundis vísir gransking, at eisini ung fólk, nágreiniligari fólk síðst í 20-unum og fyrst í 30-unum, kenna til fordómar og negativan hugburð, sum er tongdur at aldrinum.  

Í hesi greinini grundgeva vit fyri, hví tað hevur týdning at hyggja at styrki og førleikum, sum tørvur er á á arbeiðsmarknaðinum í dag – heldur enn aldrinum á teimum, sum vit vilja hava á arbeiðsmarknaðinum.

Hóast tað eru kanningar, sum vísa, at eldri fólk kunnu hava lægri ella vánaligar telduførleikar, er hetta ikki nóg mikið at skera øll yvir ein kamb og siga, at øll hava vánaligar telduførleikar.

Age shaming – at verða mettur at vera ov ungur

Age shaming hevur við sær, at ung fólk eru fyri mismuni og negativum hugburði, sum er tongt at aldrinum. Til dømis at ung arbeiðsfólk verða søgd at vera “ov ung”, við fáum royndum og tí færri førleikum at loysa ávísar arbeiðsuppgávur.

Hesir hugburðirnir og fordómarnir eru ikki bara skaðiligir fyri einstaklingarnar, sum verða raktir, men fyri alla skipanina.

Hvat missir arbeiðsmarknaðurin, um hesin hugburðurin sleppur at halda fram uttan at vit eru tilvitað um hann? Er vandi fyri, at hann verður ein profeti, ið gongur út av sær sjálvum?

Aldur sigur lítið um førleikar

Útgangsstøði okkara er, at aldur sigur ógvuliga lítið um tað, vit duga og megna væl, og hvat slag av førleikum eitt fólk hevur. Tí hvat er førleikar í grundini? Hvat er styrki? Og hvussu hongur hetta saman við aldri?

Førleikar verða allýsir sum «evni og dugnaskapur, sum eru neyðug til at røkka ávís mál» og sum tú kanst ogna tær gjøgnum royndir og útbúgving. Fakligir førleikar, sosialir førleikar og tøknifrøðiligir førleikar eru ymisk sløg av førleikum.

Hvørjar dygdir tørvar tær at røkka málinum?

Fyri at kunna siga, at onkur hevur góðar ellar vánaligar førleikar, eigur tú at hyggja nærri at uppgávuni, sum skal loysast. Hevur tú drúgvar royndir, kann tað í nógvum førum føra til, at tú hevur ognað tær góðar førleikar á einum øki, men tær eru neyðturviliga ikki røttu førleikarnir fyri at røkka málinum.

Tá ið vit tosa um førleikar at røkka einum ávísum máli, tosa vit eisini um fyribrigdi so sum styrki. Styrki er undirliggjandi dygdir, sum geva okkum orku, eru við til at menna okkum persónliga og geva okkum grundarlag at megna eitthvørt væl. Dømi um styrki er kreativitetur, empati, samstarv og effektivitetur. 

Tá ið vit brúka okkara styrki, eru vit við til at skapa góð úrslit og eldhuga á arbeiðsplássinum. Tað síggja vit í kanningum, sum eru gjørdar av, hvussu aldur og styrki eru tongd at hvørjum øðrum, til dømis aldur og kreativitetur.

Missa virðismiklar førleikar

Hóast tað eru kanningar, sum benda á, at eldri fólk hava verri førleikar at brúka teldu og arbeiða talgilt enn yngri fólk hava, so er hetta ikki nóg mikið til at siga yvir ein kamb, at øll eldri fólk hava vánaligar førleikar á hesum økinum.

Sum áður sagt, so er tað umráðandi heldur at vísa á styrki og førleikar, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar í dag – heldur enn at vísa á aldurin á teimum, sum arbeiða.

Dagsins arbeiðsmarknaður er eyðkendur av trýsti fyri at gera broytingar og fløktum loysnum á trupulleikum. Styrki og førleikar, so sum kreativitetur, samstarv, nýhugsan og trupulleikaloysn verða mett at verða nógv eftirspurd í fyritøkum og hjá einstaklingum fyri at kunna møta teimum avbjóðingum og uppgávum, sum vísa seg.

Gransking vísir eisini, at eldhugi, áhaldni og innsatsur hava líka nógv at siga sum IQ í nógvum førum. Tað er lítið, sum bendir á, at hetta hevur nakað við aldur at gera. Heldur hinvegin kann age shaming hava við sær, at vit missa virðismiklar førleikar og orku, sum vit kunnu hava stórt gagn av á arbeiðsmarknaðinum,

Profeti, sum gongur út 

Vit vita, at okkara hugburður ofta ávirkar okkara atferð. Pygmalioneffektin, sum eisini er kend sum «profeti, sum gongur út», forklárar, hvussu væntanirnar hjá okkum stýra atferð og hendingum. Hevur tú negativar væntanir, ávirkar tað, hvussu tú leggur merki til alt rundan um teg, og tilvitað ella ótilvitað handlar tú eftir tí.

Lat okkum siga, at ein eldri starvsfelagi í eini fyritøku heldur ein yngri starvsfelaga ikki at vera nóg væl føran fyri at gera eitt arbeiði ella at vera ov lítið kreativur. Tá eru útlitini fyri, at tann eldri starvsfelagin lærir nakað av yngra starvsfelaganum vánalig, samstundis sum yngri starvsfelagin fær negativa fatan av sínum egnu evnum. Tað kann hava við sær, at yngri starvsfelagin eitt nú ikki torir at seta spurningar ella at siga, hvat hann heldur og koma við hugskotum í vanda fyri at verða fataður sum óvitandi ella býttur.

Age shaming hóttir arbeiðsumhvørvið

Tað er lítið, sum tarnar lærutilgongdini hjá eini fyritøku og einstaklingum so nógv sum ótti. Og øvut: Um mentanin og arbeiðsumhvørvið eru eyðkend av sálarligum tryggleika, um tann einstaki kennir á sær, at tað er trygt at seta spurningar, vera ósamdur og at siga sína hugsan – fremur tað læring, nýhugsan og at fjølbroytt sjónarmið koma fram.

Age shaming kann hótta arbeiðsumhvørvið og sálarliga tryggleikan, tí einstaklingar gerast ótryggir um egnar førleikar og tí lata vera við at seta spurningar og siga sína hugsan.

Skal tað eydnast at møta øllum hesum og samstundis megna at gera neyðugu broytingarnar í fyritøkuni, mugu vit basa negativu hugburðunum og fordómunum, sum hava við aldur at gera. So hvat kunnu vit gera fyri at takkla og vónandi minka um age shaming á arbeiðsmarknaðinum?

Tiltøk ímóti age shaming

Nøkur tiltøk kunnu vera við til at minka um age shaming á arbeiðsplássinum: 

Hevur tú kanska ein starvsfelaga, sum tú heldur er «ov ungur»? Hugburðirnir, sum vit hava, hava vit ognað okkum gjøgnum okkara royndir, og teir ávirka, hvussu vit bera okkum at í ymsum støðum, og hvussu vit møta fólki.

Ert tú tilvitað um tín egna hugburð og um, at aldur og førleiki neyðturviliga ikki hoyra saman, kanst tú læra nakað og samstarva væl við tann «ov unga» starvsfelagan.

Norski heimspekingurin Hans Skjervheim brúkar fyribrigdini luttakari og áskoðari, tá ið hann tosar um, hvussu vit møta øðrum gjøgnum dialog. 

Sært tú tann «ov unga» starvsfelagan sum luttakara, so ert tú opin og forvitin at vita, hvat viðkomandi heldur um ymiskt, og tú lurtar. Sjálvandi kanst tú hava tínar egnu meiningar, sum tú sigur við starvsfelagan og spyr, um viðkomandi er samdur ella ósamdur. Gjøgnum dialog møta við hvørjum øðrum sum javnbjóðis luttakarar, sum kunnu læra av hvørjum øðrum.

Læringarhugburður verður allýst sum ein tilgongd, har tú setir spurningar, reflekterar og letur upp fyri afturmeldingum. Kenna starvsfólk í fyritøkuni seg trygg at gera hetta, eru sannlíkindini fyri, at tey læra meiri av hvørjum øðrum, góð. Tú kanst leggja upp til hesa tilgongdina í einum toymi ella fyritøku við at seta spurningar til hvønn annan og at síggja hvønn annan sum kompitent fólk við ymiskum styrkjum og sjónarmiðum. Tú kanst eisini vísa áhuga fyri sjónarmiðunum hjá tí «unga» starvsfelaga tínum.

Øll kunnu læra av hvørjum øðrum

Í einum burðardyggum haldførum arbeiðsmarknaði eiga vit at leggja okkum eftir at møta hvørjum øðrum sum javnbjóðis luttakarar við ymiskum styrkjum, royndum og førleikum. Henda greinin er skrivað í eini roynd at bjóða einstaklingum og fyritøkum av at leggja minni í aldur og meiri í menniskjað.

Vit kunnu øll læra av teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Vit vóna, at tilvit um egnan hugburð, innlit í filosofisk prinsipp frá dialoginum og læringarhugburður kann føra við sær, at einstaklingar og fyritøkur megna betur at vera um síni starvsfólk og lata tey sleppa at geva sítt íkast á besta hátt.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.