Tíðindi


Aðalfundurin í FLE útsettur

Stutt kunning til limir í FLE.

8. mars 2018

Ein skal vera varin við at leggja ætlanir, tí tað kann altíð koma okkurt í vegin.

Tíverri er hetta veruleikin hjá nevndini í FLE.

Ein longri sjúkralega hjá nevndarlimi hevur verið ein forðing í virkseminum hjá  FLE. Nevndin setti sær nøkur mál seinasta heyst, men tíverri sóu vit okkum ikki før fyri at gjøgnumføra ætlaðu tiltøkini. Nú er tó ljós fyri framman.

Um stutta tíð kemur alt í rættlag aftur, og vit kunnu fremja okkara ætlanir.

Vit ætlaðu, at aðalfundurin skuldi verða 10. mars, men vit útseta hann eina tíð. Tó rokna vit við at halda hann í fyrru helvt av apríl. Tit fáa boð um hetta tvær vikur áðrenn.

Skeiðið í at nýta elektroniskar miðlar verður ivaleyst í seinnu helvt av apríl.

Seinast í mai ætla vit at skipa fyri útferð í Kalsoynna. Hetta fáa tit at vita meira um seinni.

NPT í Finnlandi:

Tað eru bert 5 fólk, sum hava teknað seg. FL skal lata listan inn í seinasta lagi 15. mars, so er nakar, ið fegin vil taka lut í hesum tiltaki, skulu tey skunda sær at tekna seg til túrin antin hjá Elin Lambaa ella Páll Poulsen. Tit kunnu eisini ringja og fáa nærri kunning frá teimum báðum.

Páll Poulsen er formaður í FLE.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.