Tíðindi

Aðalfundur og nevndarval

Eitt av teimum málunum, ið eg veruliga havi roynt at arbeiða fyri, eru teir nýútbúnu lærararnir ella rættari lærarar í tíðaravmarkaðum starvi. Jona Højsted, nevnarlimur Føroya Lærarafelags

26. apríl 2021

Nú er enn eitt skeið hjá mær í nevndarsessinum um at renna út. Hetta arbeiðið dámar mær væl. Tað eru nógv áhugaverd og týdningarmikil mál at arbeiða við, og eg havi gjørt mítt besta fyri at fáa so góðar loysnir sum møguligt í nevndararbeiðinum.

Tað eru eftir mínum tykki nógv í okkara arbeiðsviðurskiftum, ið átti at verið betri. Ein stórur partur í nevndararbeiðinum hevur verið at vísa á tað, ið eg meti, hevur stóran týdning og átti at verið øðrvísi í okkara arbeiðsviðurskiftum, samstundis, sum eg havi lært meg at góðtaka, at broytingar taka tíð. Eg eri ikki serliga tolin av lyndi, ella kanska haldi eg tað vera óneyðugt at brúka langa tíð uppá at broyta nakað, ið kann gerast í eini handarvend. Men so einfalt er tað ikki, tá siðvenjur, reglur ella lógir skulu broytast; tá taka smálutir tíð.

Eitt av teimum málunum, ið eg veruliga havi roynt at arbeiða fyri, eru teir nýútbúnu lærararnir ella rættari lærarar í tíðaravmarkaðum starvi. Í summum førum arbeiða lærarar so leingi í tíðaravmarkaðum starvi, at teir valla kunnu kallast nýútbúnir, tá teir loksins fáa fast starv. Tað hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva at átaka sær at finna eina nøktandi loysn á arbeiðsviðurskiftunum hjá hesum bólkinum av okkara limum. Hetta er samstundis tað málið, ið serliga hevur víst mær, hvussu langa tíð broytingar kunnu taka. Fyrstu tíðina var tað ein avbjóðing at fáa røttu fólkini at skilja trupulleikan. Tað var móttikið við hesari hugsan: ”Soleiðis er tað, og tað kunnu vit ikki gera nakað við”, ella ”hetta er bara so, og tað fáa vit ikki broytt”. Eftir langa tíð og við aftur og aftur at vísa á støðuna, er fatanin broytt til, at hetta er ikki nøktandi, og vit mugu hyggja at hesum fyri at vita, hvussu vit kunnu betra um støðuna. Tey, sum kenna meg væl, vita, at tað passar illa til mítt lyndi at brúka ár uppá at broyta nakað, sum fyri nógv kann tykjast týdningarleyst. Fyri tey, sum eru í støðuni, hevur hetta stóran týdning, og tað eigur tað eisini at hava fyri okkum, sum sita í nevndini. Eg hitti ein lærara í tíðaravmarkaðum starvi, sum segði, at hetta hevur bara týdning fyri tey, sum eru í støðuni; tað haldi eg ikki. Tað hevur ávirkan á alt arbeiðsplássið, tá starvsfelagar eru ótryggir. Tí er tað mín vón, at vit fáa greiðu á hesum málinum ongantíð ov skjótt.

Hetta er bara eitt av teimum evnunum, eg havi arbeitt fyri at broyta í míni tíð í nevnd Føroya Lærarafelags. Aftur í ár havi eg valt at bjóða meg fram til nevndarvalið, ið verður á aðalfundinum 8. mai. Vónandi møta limirnir fjølmentir á aðalfund.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.