Tíðindi

Frá tvørrandi førleikum til førleikar

Stór ráðstevna fyri lærarum og øðrum, ið arbeiða við børnum og ungum, verður í Reykjavík 9. og 10. september 2016. Heitið á ráðstevnuni er “From disability to ability”, ella “Frá tvørrandi førleikum til førleikar”, sum tað kundi ikki á føroyskum.

18.07.2016

Hetta er ein ráðstevna, ið er serliga ætlað lærarum; ein ráðstevna við evnum, ið hevur arbeiðsøkið hjá lærarum í miðdeplinum. Av tí, at tað eru limirnir í NFSP, Nordiska Förbundet för Specialpedagogik ella norðurlendski felagsskapurin fyri sernámsfrøði, ið skipar fyri rástevnuni, hevur ein partur av ráðstevnuni sjálvandi við serøkið at gera. Restin hevur við skúla, børn og ungdóm at gera. Vanligt er at fáa norðurlendskar fyrilestrarhaldarar, men á hesum sinni hevur eisini verið hugt til USA, sum Ísland hevur eitt tætt samstarv við.

Nakrir av fyrilestrarhaldarunum eru: Doug og Lynn Fuchs, Ilene Schwartz, Marcy Stein, Anna-Lind Pétursdóttir, Kristín Björnsdóttir, Steinunn Torfadóttir, Sigríður Ólafsdóttir, Edda Óskarsdóttir, Þórhalla Guðmundsdóttir, Margrét Birna Þórarinsdóttir, Guðrún Björg, Freyja Birgisdóttir, Dröfn Rafnsdótti.

Tá fyriskipararnir hava lagt skránna til rættis, hava teir umframt at hyggja eftir, hvørjir fyrilestrarhaldarar eru tøkir, eisini hugt at hvørji evni eru viðkomandi. Nakrar av verkstovunum eru: Ångest og skolvägring: Praktiska riktlinjer (Margrét Birna Þórarinsdóttir, Lärarlyhördhet við undervisning i läsning och matematik: Allmänna ogch särskilda metoder (Lynn Fuchs), og Från specialundervisning till andra stödformer (Marjatta Takala).

Stýrið í NFSP er mannað við 8 limum, 2 úr Danmark, 2 úr Svøríki, 2 úr Íslandi, 1 úr Finnlandi og 1 úr Føroyum. Andrea á Rípuni, skrivari í Føroya Lærarafelag, umboðar felagið í NFSP. Á heysti 2016 verður forsetaskifti í NFSP, og tá verður tað føroyska umboðið, sum kemur at átaka sær forsætissessin tíðarskeiðið 2016-2019.

Hevur ráðstevnan tín áhuga, so er at melda til á www.nfsp.info. Seinasta freist at tekna seg er 15. august 2016. Á somu heimasíðu liggur eisini faldarin til ráðstevnuna.

Føroyar eru vertir fyri næstu ráðstevnu, sum verður í 2019; tá verður brúk fyri eldhugaðum fólki at hjálpa til.

Tekstur: Andrea á Rípuni

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.