Tíðindi

Børn skulu hava rætt til hjásita

- Hjásitin skal tryggja, at barnið skilur tað, sum fer fram, og at skipanin, rætturin ella myndugleikarnir, skilja barnið, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

27.09.2016

Børn, ið eru yngri enn 18 ár, í ávísum førum yngri enn 21 ár, og sum onkursvegna koma í samband við barnavernd ella aðrar myndugleikar, skulu hava rætt til hjásita. Tað heldur Barnabati, sum í eina tíð hevur arbeitt við hesum málinum. Ein hjásiti er óheftur, fakligur vegleiðari, sum skal stuðla barninum í teirri tilgongdini, tað er í.
- Barnið skal játta at hava hjásita, og hjásitin skal tryggja, at barnið skilur tað, sum fer fram, og at skipanin, rætturin ella myndugleikarnir, skilja barnið. Vit hava sæð ov nógv til, at tað haltar í so máta, og at barnið er við sviðusoð, sigur Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata.

Tað er Barnabati, sum hevur tikið stig til at arbeiða við at fáa hjásita inn í lógarverkið, men tað eru almennu myndugleikarnir, sum skulu seta hetta í verk; hetta krevur broytingar í lógarverkinum, sum fara tvørtur um ráð.
- Vit hava verið í sambandi við tey landsstýrisfólkini, sum varða av hesum, og vit hava skilt, at arbeitt verður við málinum, og at tey eru positiv at fáa hetta framt í verki. Men av tí at tað eru fleiri lógarbroytingar, sum mugu gerast, so fer hetta ivaleyst at taka nakað av tíð, til tað er sett í verk.

So leingi Barnarættindasáttmálin hjá ST ikki er fluttur inn í føroyska lóggávu, er hann ikki galdandi í Føroyum.
- Føroyar hava undirskrivað sáttmálan, men vit hava enn ikki gjørt lógarverkið samsvarandi tí, vit hava játtað og skrivað undir; har er nógv eftir at gera. Uppgávan hjá Barnaumboðsmanninum er til dømis at tryggja, at føroysk lóggáva er í samsvari við altjóða lóggávu; har eingin føroysk lóggáva er, er einki í stríð við altjóða lóggávu. Við øðrum orðum: eingin lóg, eingin trupulleiki. Stórur partur av Barnarættindasáttmálanum verður umsitin av donskum myndugleikum, eitt nú hjúnaskilnaður; er tað til dømis eitt barn í Føroyum, sum metir seg ikki at verða væl fyrifarið í hjúnaskilnaðinum hjá foreldrunum, skal barnið kæra til sivildirektoratið ella aðrar danskar myndugleikar.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.