Tíðindi

Førleikamenning ovast á breddan

Krøvini til skúlan eru stór, og tað skulu tey vera, tí at samfelagið er soleiðis skipað, at tað er trupult hjá tí unga, ið fer úr fólkaskúlanum, at klára seg í útbúgvingarskipanini og á arbeiðsmarknaðinum uttan grundleggjandi fakligan og sosialan førleika. Brot úr ólavsøkurøðu løgmans.

29.07.2016

Hetta má síggjast aftur í tí førleikamenning, vit sum land bjóða teimum, ið starvast í fólkaskúlanum. Áherðsla verður tí løgd á, at bæði lærarar og leiðsla fáa møguleika at menna sín námsfrøðiliga og fakliga førleika at átaka sær ta stóru uppgávu at tryggja øllum børnum og ungum eina skúlagongd, sum leggur upp fyri trivnað og miðvísa læring og menning.

Seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at menna førleikar innan lesing og hava útbúgvið serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Umframt at skipað eru skeið í fakligari lesing fyri allar lærarar fólkaskúlans. Tvær drúgvar eftirútbúgvingar eru eisini skipaðar, sum báðar eru 60 ects, og verða tey lesandi liðug næsta summar. Talan er um vegleiðaraútbúgving og útbúgving sum støddfrøðivegleiðari. Eisini verður skeið skipað fyri allar lærarar í floksleiðslu.

Okkum vantar KT-vørðir, og hetta er eitt øki, sum verður raðfest, serliga tí talgilding í fólkaskúlanum gongur við rúkandi ferð bæði KT sum amboð í læring, talgildir undirvísingarmiðlar og avgerðin um at talgilda royndir og próvtøkur fólkaskúlans.

Trivnaðarøkið verður raðfest, og tørvur er á at útbúgva fleiri akt-lærarar, tí at tað eru nógvir skúlar, sum ikki hava akt-lærara og arbeiðið á hesum øki minkar ikki. Trivnaður er so týðandi fyri alla læring, og vit vita, at tað eru bæði børn og ung, sum hava ilt við at fóta sær.

Leiðslan skal ganga á odda í menning skúlans, og tí eru stig tikin til at skipa eina umfatandi leiðsluútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, læring og fyrisiting. Ein útbúgving, sum hevur fyrilit fyri fleiri leiðsluligum førleikum. Útbúgvingin byrjar eftir ætlan næsta skúlaár.

Trivnaður og happing
Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara. Átøk eru tí sett í verk í fólkaskúlanum við trivnaðardegi og tilfari, og ráðstevna hevur verið fyri øll starvsfólk í fólkaskúlanum. Á dagstovnaøkinum er sjøtul settur á samskipaða verkætlan at fáa til vega tilfar at stimbra trivnað og basa happing. Í miðnámskúlanum er sálarfrøðilig tænasta sett í verk við tí endamáli at økja um trivnaðin og minka um fráfallið millum næmingarnar umframt, at lestrarvegleiðaraskipanin er styrkt við m.ø. útbúgving á masterstigi.

Tilfar
Játtanin til bæði Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags er hækkað í hesum fíggjarári við atliti at ávikavist talgildum tilfari og bókmentum til børn og ung.

Ferð er seinasta árið komið á at talgilda undirvísingartilfar, serliga til fólkaskúlan. Nám hevur keypt atgongd til fleksbókapallin hjá Alinea og S-bókapallin hjá Systime. Allar taskubøkur og mestsum allar einnýtisbøkur, ið Nám gevur út, verða talgildar til skúlaársbyrjan 2016 ella í skúlaárinum 2016/17. So tað fer at bera til hjá skúlunum at velja, um teir vilja nýta pappír, skíggjar ella bæði.

Styrkja málsligu menningina hjá børnum
Einki er at ivast í, at málsliga menningin hjá okkum øllum ger trivnaðin betri, so at vit øll trívast í hesum samfelagnum, vit liva í. Samgongan hevur tí eisini sett sær fyri at styrkja málsligu menningina hjá børnum og vaksnum. Hetta kann gerast á ymiskan hátt, eitt nú við áhaldandi at útvega børnum og vaksnum meiri lesitilfar. Við at hækka ymiskar játtanir á verandi fíggjarlóg, kann sigast, at hetta arbeiðið longu er byrjað. Ætlanin er eisini í næstum, saman við avvarðandi stovnum og feløgum at skipa fyri almennum átøkum og fyrireika tiltøk, sum kunnu stimbra málsligu menningina í samfelagnum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.