Tíðindi

Gevandi norðurlendskt samstarv

NLS er eitt samstarv millum tey norðurlendsku lærara-, námsfrøðinga- og yrkislærarafakfeløgini

14.07.2016

NLS er býtt sundur í sokallaðar sektorar ella øki. Føroya Lærarafelag er umboðað í hesum samstarvinum innan grundskúlaøkið ella tað, sum vit vildu kallað fólkaskúlaøkið. Øll Norðurlond luttaka í hesum samstarvinum á jøvnum føti. Samstarvið gevur okkum góða kunning um, hvussu gongdin er innan lærarayrkið, útbúgving/undirvísing og námsfrøði í hinum Norðurlondunum.

Sektorfundur er eina ferð á hvørjum ári, meðan felags sektorfundur/forbundsseminar er annað hvørt ár.

Hvørt ár verður eitt høvuðsevni valt, sum vertslandið greiðir frá.

Fundurin er ein blandingur av fyrilestrum, kjaki og kunning um eitthvørt hóskiligt øki innan fólkaskúlanum hjá vertslandinum. Á bólkafundunum greiða luttakandi londini frá støðu teirra innan lønar- og arbeiðsviðurskifti, útbúgving, eftirútbúgving og annars, hvat er aktuelt. Sjálvsagt ber ikki til at greiða frá øllum, men tað týdningarmesta verður lýst.

Í døgunum 6.-7. juni í ár var fyrri sektorfundurin í Reykjavík. Í ár er evnið framtíðarskúli og lærarar.

Tveir gestarøðarar vóru. Tann fyrri var Jón Torfi Jónasson, professari við Lærda Háskúlan í Íslandi, fakultetið fyri læraraútbúgving. Hann greiddi frá hugtakinum “fyrireiking til framtíðina”, sum er ógvuliga komplekst. Heilt stutt kann sigast, at bæði lærarar, politikkarar o.o. í veruleikanum ikki fyrireika skúlan til framtíðina, men heldur til nútíðina ella í besta føri til tey næstu 5-10 árini. Hann greiddi frá, hví so var, og eftirfylgjandi var møguleiki at seta spurningar til hansara niðurstøðu, sum allar byggja á gransking. Tann seinni var Trygvi Thayer, sum m.a. er verkætlanarleiðari fyri eini menningarætlan (lærari-undirvísing), sum greiddi frá, hvussu mann ítøkiliga skapar fakligt samstarv og menning millum lærarar á netinum. Dømi vóru víst, og aftur var møguleiki seta spurningar og til kjak.

Umboðini fyri sektorin fyri fólkaskúlan blivu boðin til kunnandi fund hjá Kenslumálaráðnum, tað, sum í Føroyum svarar til MMR, fólkaskúladeildin. Her varð greitt frá nýggju arbeiðstíðaravtaluni hjá lærarum. Frymilin fyri ársverkið var víst, og greitt var nærri frá ivaspurningum. Fundurin í Reykjavík var ógvuliga gevandi, og nógv fekst burtur úr stutta steðginum har.

Føroyar verða vertsland fyri tí seinna sektorfundinum. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar bjóðar til fundar. Hetta gjørdist møguligt, av tí at Ísland læt sín seinna fund til okkara.

Føroyar Lærarafelag fyrireikar fundin í felag við Føroya Pedagogfelag og Yrkislærarafelagið. Fundurin verður um miðjan septembur í ár.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.