Lærarin er lyklapersónurin
06-08-2012

Tað, sum hevur størst týdning í einhvørjari skúlaskipan, eru væl útbúnir og motiveraðir lærarar. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar


Í mars mánaði í ár skipaði amerikanski undirvísingarmálaráðharrin,Arne Duncan, fyri eini stevnu í New York, sum kallast International Summit on the Teaching Profession. Við á stevnuni luttóku limalondini í OECD, m.a. Danmark. Endamálið er at betra um undirvísingarskipanir í teimum ymisku londunum við at geva hvør øðrum íblástur.

Í ár vóru trý høvuðsevni: skúlaleiðsla, at skaffa arbeiðsmegi og lærarar, sum megna at undirvísa við tí vitanini, sum finst í 21. øld.


Tað, sum hevur størst týdning í einhvørjari skúlaskipan, eru væl útbúnir og motiveraðir lærarar, segði Andreas Schleicher, sum er varastjóri og útbúgvingarráðgevi hjá OECD. Dygdin í eini útbúgvingarskipan kann ongantíð gerast betri enn dygdin av lærarunum, sum undirvísa. Ongar broytingar innan skúlabygnaðin nytta nakað, uttan so at tær implementerast í floksstovuni, og tey stýrandi eru noydd at hava læraran við frá byrjanini av, greiddi Andreas Schleicher frá. Andreas Schleicher er sami maður, sum hevur verið við til at gera Pisa-kanningina.


Eg fái sostatt enn einaferð váttan fyri, at dygdin í skúlaskipanini stendur og fellur við dygdini av læraranum.


Tað sigur seg sjálvt, at eru arbeiðsumstøðurnar hjá læraranum vánaligar, her hugsi eg bæði um fysisku- og sálarligu karmarnar, so nyttar lítið, at hann er vælútbúgvin. Tað vísa kanningar, og tað er almenn vitan, at ein strongdur lærari ikki er ein góður lærari.


At økja um uppgávurnar ella at hækka næmingatalið í flokkunum upp um 24 er ikki gott, hvørki fyri næmingin ella læraran. Tað er umráðandi, at arbeiðsuppgávan og tíðin eru hóskandi; um ikki, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn lærarin fær strongd. Undirvísingin er í øllum førum ikki nøktandi, hóast hon á pappírinum sær út til at vera í lagi.


Hóast tíðirnar ikki eru góðar, og vit mugu hugsa um, hvussu vit fáa sum mest burturúr skattakrónunum, so er tað sera umráðandi, at politikararnir ikki gera skúlaskipanir, í ringum tíðum, fyri at spara pening, so tað á pappírinum sær út til at vera í lagi, men í veruleikanum als ikki riggar. Tí tað er at svíkja tey óseku: børnini. Tey koma at hava strongdar lærarar, sum tessvegna ikki megna at geva dygdargóða frálæru.


Hetta vóni eg, at mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø hevur í huga,í hesum tíðum, har øll bara tosa um krónur og oyru, ja ella um makrel og fiskiloyvi.