Flestu næmingar lesa "Skriva í sandin"
11-05-2012
Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki.
Nú stundar til próvtøku, og í hesum sambandi hava lærarar latið Mentamálaráðnum pensumlistar, har lisna tilfarið verður uppgivið til próvtøku.
Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001), sum eisini er at finna í tekstsavninum LES 2.
Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett til føroysklærugreinina úr savninum hjá Námi hetta skúlaárið.
"Skriva í sandin" er sera vælegnað sum bókmentaverk í undirvísing. Evni, viðkomandi hjá næminginum, verða viðgjørd og lýst í viðkomandi nærumhvørvið, nevniliga einum vikuskifti í Havn.
Harafturat er "Skriva í sandin" sera viðkomandi greiningarliga. Greiningarhugtøk sum sjónarhorn, frásøgufólk, persóns- og umhvørvislýsing o.s.fr. eru sera sjónlig í tekstunum. Almikið er sostatt hjá næmingunum at arbeiða við í "Skriva í sandin," bæði viðvíkjandi evnisviðgerð og tekstviðgerð.
Kelda: www.nam.fo
Lesið meiri á: http://nam.fo/tidindi/nytt/news/marjun-til-provtoeku/
Í blaðnum hesaferð:
Leys lærarastørv
13-06-2013
|
|||
|
|
|||
Í fólkaskúlanum eru bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja frá 1. august 2013. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri ei
22-05-2013
|
|||
|
|
|||



