Skipan í Skúlaspíranum
11-05-2012

Forskúlin hjá Eysturkommunu, Skúlaspírin, er partur av fólkaskúlanum og er leiðsluliga ein sameindur partur av skúlanum, og tað hevur víst seg at rigga væl

 

Skúlaleiðarin setur eftir innstilling frá einum setanarbólki fólk í starv í Skúlaspíranum. Í setanarbólkinum eru umboð fyri kommununa, formaðurin í skúlastýrinum, umboð fyri lærararnar og skúlaleiðarin.


Normeringin er eitt starvsfólk til hvørjar níggju næmingar. Helvtin av tímunum er læraratímar, og helvtin er pedagogtímar. Søkja ikki nóg nógv starvsfólk av øðrum starvsbólkinum, kann hin starvsbólkurin røkja tær uppgávurnar.


Í ár søkti bara ein námsfrøðingur. Tí eru tríggir lærarar og ein námsfrøðingur í starvi í Skúlaspíranum. Har eru tveir flokkar við 18 næmingum í hvørjum flokki, so tvey starvsfólk eru knýtt at hvørjum flokki. Annar flokkurin hevur ein pedagog og ein lærara, hin flokkurin hevur tveir lærarar.
 

Sambært Fríðfinni Johnsson, skúlastjóri í Leirvíkar Skúla, rigga báðir flokkarnir sera væl. Tó saknar pedagogurin ein pedagog at samstarva við, sigur hann.
Hjá Eysturkommunu er Skúlaspírin tilboðið hjá teimum seks ára gomlu. Fríðfinni dámar væl, at tað er soleiðis. Tó heldur hann, at tað rættasta hevði verið at gjørt eina kanning, sum vísti, um Skúlaspírin var tað besta tilboðið til øll, sum fylla seks í tí árinum.


- Tað er ikki tað sama at vera fødd/ur í januar og so at vera fødd/ur í desember. Dreingir og gentur fylgjast heldur ikki heilt í menningini, tí ofta eru gentur fyrr í menningini. Haraftrat er sera ymiskt, hvussu børn eru fyri, fyri ikki at nevna tey, sum eru ov tíðliga fødd. Tey kunnu verða fødd í einum ári, hóast tey, um alt hevði gingið sum vanligt, høvdu tey verið fødd í einum ári seinni.
Fríðfinnur Johnsson heldur, at hetta vísir, at tað er eitt mál, sum eigur at verða tikið upp. Tað eru altíð nøkur børn, ið hava betur av at bíða.


Hann heldur tað eisini vera rættast at gjørt somu kanning í Skúlaspíranum. Eina kanning, sum hevði víst, um 1. flokkur var tað besta fyri barnið.
- Tað er av stórum týdningi, at børnini ikki fara ov skjótt fram ta fyrstu tíðina. Grundarlagið er av sera stórum týdningi fyri alt tað, ið skal lærast seinni.


Eftirmetingar verða gjørdar av øllum børnunum, sum ganga í Skúlaspíranum, men tað er ikki ein kanning, sum beinleiðis miðar eftir at staðfesta, um tað besta fyri barnið er at fara í 1. flokk.


Í ár arbeiða starvsfólkini í Skúlaspíranum eftir einum ársverki, ið svarar til 74 prosent av 1800 tímum. Børnini eru í skúla í 20 tímar um vikuna viku. Hetta hevur víst seg at vera sera gott, tí nú vita starvsfólkini í forskúlanum neyvt, hvussu teirra arbeiðsviðurskifti eru skipað.