Nýggjasta skúlablaðið 
 


 

 
 


 Danir endurskoða fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum
10-05-2012

Fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum í Danmark verða endurskoðaðar. Tað er SF, sum er við í donsku stjórnini, ið hevur skotið upp at flyta fráfaringarroyndirnar tríggjar mánaðir til februar í staðin fyri mai. Christine Antorini, kenslumálaráðharri, heldur, at hetta er ein skilagóður tanki.

 

- Vit eru í gongd við at gera bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum, og eg haldi, at vit eisini skulu hyggja eftir, hvussu vit kunnu broyta fráfaringarroyndirnar, sigur hon.
Tað er tó ikki talan um at taka fráfaringinarroyndirnar av, sigur hon.


- Eg haldi, at tað er umráðandi at halda fast í fráfaringarroyndunum, men tað ber væl til at flyta tær, soleiðis at tíð er at gera meiri við tað fakliga, sum summir av næmingunum hava brúka fyri. Hetta kundi eg hugsað mær at tosað við tey, sum varða av fólkaskúlanum, um, sigur Christine Antorini.


Endar tað við, at fráfaringarroyndirnar verða fluttar, soleiðis at teir veiku næmingarnir kunnu fáa eitt lyft, merkir tað ikki, at endin verður sleptur fyrr í skúlagongdini.
- Tað snýr seg ikki um annaðhvørt ella. Vit skulu bæði styrkja tað fakliga frá 1. til 9. flokk og at næmingarnir, sum skulu víðari í eini miðnámsútbúgving, duga betur danskt og støddfrøði í 8. og 9. flokki, sigur ráðharrin.


Við at flyta fráfaringarroyndirnar gerast teir dugnaligu næmingarnir fyrr lidnir við skúlaárið, men tað er ikki so nógv øðrvísi enn tað er í dag, heldur kenslumálaráðharrin.
- Longu í dag eru tað næmingar, sum søkja inn á miðnámsskúla í mars og vita, at teir sleppa inn. Lat okkum halda fast við fráfaringarroyndirnar, men lat okkum nýtímansgera tær, soleiðis at vit fáa sum mest burtur úr 9. flokki fyri allar næmingar.


Kelda: dr.dk