Nýggjasta skúlablaðið

 

 

 
 


 At fortelja søgu
20-04-2012

Oddfríður Marni Rasmussen, nýklaktur lærari, bloggar

 

Ymiskt er, hvat vit halda er søga, og hvønn týnding søga skal hava fyri einstaklingin og fyri samfelagið. Onkur vil kanska halda, at tað er søga, at vit hava eina drotning, sum er fylt 72 ár. Tað er kanska ikki so nógv søga, sum tá ið Viktoria drotning fylti 72 ár. At ein av okkara bestu skøldum, Steinbjørn Berghamar Jacobsen, sum hevur skrivað bókmentasøgu og háskúlasøgu, og sum sjálvur hevur skrivað sína ævisøgu og bygdarsøgu, varð grivin í hesi vikuni, tað er eisini søga. Onkur sigur eisini, at vit mugu fortelja um Titanic – skipið, ið ikki kundi søkka, men sum sakk kortini.

 

Í vikuni byrjaði eisini søga. Ein av mest ræðuligu og óunniligu hendingunum í norskari søgu verður alment førd fram í hesum døgum, nú Anders Berhing Breivik verður hoyrdur í býarrættinum í Oslo. Hetta er ikki bara ein ógvisligur skelkur fyri norðmenn, men eisini ein ógvislig hending fyri føroyingar og restina av norðurlendsku íbúgvunum, ja, allur heimurin vendir síni svongu miðlaeygu móti Noregi. Alt hetta skulu okkara næmingar vita okkurt um. Ella sum ein, eg kenni, plagar at siga: “Tað er vanligur fólkaskikkur at vita eitt sindur um søgu.” Sjálvandi skulu vit læra okkara næmingar vanligan fólkasið.

 

Í fólkaskúlanum hava vit eina lærugrein, sum vit vanliga kalla fyri søga. Lat meg siga tað beinanvegin, at søga er ein niðurraðfest, ja, kanska burturraðfest lærugrein. Lærugreinin eitur søga og samtíð. Talan er um tveir tímar um vikuna. Tað verða til 80 tímar í søgu og samtíð um árið. Ganga næmingar í fjórða og sætta flokki, hava tey ein tíma í søgu og samtíð um vikuna. Hetta meti eg er at halda bæði søgulærugreinina, læraran og ikki minst næmingin fyri turra spott. Søga og samtíð hevur óbendiliga nógv at siga fyri eitt menniskja. Tað er søga, sum ger eitt samfelag og harvið eitt menniskja, og hvussu hetta er saman við øðrum menniskjum. Søga hongur saman við samtíð, og vit eiga at læra okkara næmingar, hvat søga og samtíð er, nevnliga hendingar og persónar, ið hava sett síni fingramerki á heimin, soleiðis sum hann sær út í dag, so at vit trygt kunnu mynda hann frameftir.

 

Tað verður av nógvum sagt, at søga er ein kunnningarlærugrein. Eg haldi, at søga er ein menningarlærugrein – ein lærugrein, ið mennir næmingarnar til at taka menniskjaliga, politiska og sosiala støðu og harvið mennast til einstaklingar í einum fólkaræðisligum samfelagi. Søga er ikki ein lærugrein, har næmingar bara verða kunnaðir um søguligar hendingar. Teir skulu eisini taka støðu.

 

Eg havi tveir flokkar í søgu. Ein sjeynda flokk, har vit brúka nýggju søgubókina. Hon kann væl brúkast. Har er nógv spennandi við, men lærarin má duga nógv aftur av tí, sum í bókunum stendur. Ger hann ikki tað, so er vandi fyri, at søguundirvísingin ikki eydnast, og næmingarnir flúgva úr huga og aðrastaðir. Sjálvur plagi eg at brúka Historiebogen for 2. real, sum er ótrúliga góð at hava sum hjálestur. Eisini aðrar bøkur, sum eru meira evnisbýttar, eru hollar. Hesar brúki eg til at byggja oman á tað, sum stendur í næmingabókini. So fortelji eg søgu. Tað eru fleiri lærarar, sum siga, at tað er ringt at skula undirhalda næmingarnar, tí at lærarar berjast móti øllum undirhaldsídnaðinum úr Hollywood. Rætt er, men søga er um at vísa á keldur og at fortelja um, hvat søguliga er hent. Tað ger Hollywood ikki, og verður søga rætt fortald og borin fram sum okkurt serstakt, ið hevur broytt heimin, og serliga um tú fær næmingarnar at hugsa, hvat ið hevði hent í heiminum, um ein søgulig hending ikki hevði verið, er nógv vunnið.

 

At fortelja søgu er ikki tað sama sum at fortelja eina søgu. At duga at fortelja søgu, soleiðis at næmingarnir verða tiknir við í kjakið um søguligar hendingar og draga hesar hendingarnar upp í nútíðina, gevur næmingunum nógv at hugsa um.

Gott er eisini at lata næmingarnar sjálvar arbeiða við søguligum evnum, sum teir fegnir vilja granska. Er talan um flokk, ið skal upp til próvtøku, tá er gott at lata næmingarnar skriva uppgávur um tað, sum verður givið upp sum pensum. Slíkar uppgávur eiga at taka støðið í næmingabókini, men skulu hava einar tvær aðrar keldur til at styðja ella avnokta tað, sum stendur í bókunum. Eisini skal næmingurin sjálvur koma við niðurstøðu í uppgávunum. Ein slík uppgáva á fýra blaðsíður er góð hjá næmingunum at hava við til fyrireikingar, soleiðis at næmingurin ikki bara hevur næmingabókina at halda seg til og endurgeva úr. Tað krevur ikki tað stóra av næminginum at endurgeva ein tekst, men at viðgera ein tekst krevur, at næmingurin skal duga meir enn tað, sum í bókini stendur.

 

Í fjórða flokki, har eg eisini havi søgu, har er straks verri. Onki tilfar er, so har má eg bara fortelja søgu. Har havi eg arbeitt við søguleivdum í sagnum, sum eg havi fortalt teimum. Eg havi eisini fortalt um søguligar persónar, so sum Abraham Lincoln, Nólsoyar Páll, Adolf Hitler, søgulig støð, so sum gomlu Havnina, Versailles, Pæturskirkjuna og nógv onnur. Teir kanna heima um teir ymisku søguligu persónarnar og hendingarnar, og so koma teir í skúla við einari ørgrynnu av spurningum, grammir eftir at fáa søguna fortalda og skapa sær eina heildarmynd av søguligum hendingum og persónum. Teir súgva til sín, venda vitanini í høvdinum og eru fúsir at kjakast. Næmingar í fjórða flokki fylgja væl við í dagsins tíðindum og vita eina rúgvu um tað, sum gongur fyri seg í heiminum.

 

Tíbetur er vón fyri okkara ungu, tá ið um søgu ræður, men tímarnir eru alt ov fáir. Kanska skuldi lærugreinin danskt verið niðurraðfest, og søga og samtíð skuldu fingið tveir tímar, og tveir tímar skuldu farið til norðurlendsk mál og mentan. Hví ikki?