Nýggjasta skúlablaðið 
 


 

 
 


 At mekla í skúlanum ger mun
07-05-2012

Í 8 av 10 førum, har meklað verður millum offur og gerningsmann, eru góð úrslit

 

Á Kveikingardegnum, sum SSP-ráðgevingin skipaði fyri í november, hevði Nina Raaschou, sum er meklari, lærari og ráðgevi, eitt innlegg um, hvussu mekling í skúlanum kann loysa tvístøður. Nina Raaschou er verkætlanarleiðari í skúlamekling í Keypmannahavnar kommunu. Í innlegginum segði hon, at í meiri enn 8 av 10 førum meta offur og gerningsmaður, at mekling hevur loyst tvístøðuna teirra millum. Útlendskar kanningar vísa sama úrslit.


Í innlegginum hjá Ninu Raaschou var eitt filmsbrot víst úr donskum skúla, har næmingar um 12-13 ára aldur mekla millum yngri næmingar. Næmingarnir, sum stóðu fyri meklingini, høvdu lært, hvussu teir skulu loysa tvístøður, og hvussu teir skulu spyrja inn til tað, sum hevur elvt til tvístøðuna. Sambært Ninu Raaschou er fyrimunurin við at næmingar mekla í staðin fyri lærarar, at næmingar hava ikki fremstafingur á lofti, og at teir duga betur at seta seg inn í støðuna, sum hevur elvt til tvístøðuna – samanborið við lærarar.


Mekling er ein háttur at loysa tvístøður ella ósemjur; ein uttanveltaður persónur hjálpir teimum stríðandi pørtunum til sjálv at koma fram til eina loysn, teir kunnu liva við. Meklarin tekur ongar avgerðir í málinum. Meklarin leiðir eina skipaða samrøðu við partarnar, og innihaldið í samrøðuni er vanliga:


1. Hvat er hent, og hvussu hevur tað ávirkað meg? Hvat er umráðandi fyri meg? Stríðandi partarnir tosa skiftivís


2. Spurningar og svar, dialogur millum partarnar.


3. Hvat kunnu vit hvør sær ella saman gera fyri at gera tað gott aftur og koma víðari?


4. Eventuelt ein avtala.


Tað er umráðandi, at meklingin er sjálvboðin, at partarnir eru fúsir at vera við, at meklarin er uttanveltaður, at hann leiðir meklingina og ikki gevur ráð, og at øll hava fyri eyga, at tað altíð eru fleiri sannleikar.


At meklingin loysir seg vísa hesi dømini, sum eru úr faldaranum, sum Nina Raaschou hevur latið gera.


Næmingur, sum hevur verið partur av mekling, sigur:
“Tað er gott at tosa við onkran úr fimta, sum ikki skeldar út sum tey vaksnu gera. So hendir kanska okkurt gott.”


Meklararnir veit hjálp til sjálvhjálp. Ein næmingameklari sigur:
“Eg komi ikki við uppskotum til loysn, eg hjálpi bara teimum í felag at semjast á ein hátt, at tey sjálv loysa trupulleikarnar.”