Tíðindi

Felags skúlaleiðarafundir

Tað er mær ein gáta, at Mentamálaráðið leggur so lítið í at skipa felags skúlaleiðarafundir. Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

01.08.2016

Tað verður upp í saman víst á týdningin, at starvsfólkasamrøður verða skipaðar og hvussu týdningarmikið tað er, at starvsfólk kenna sín leiklut og sítt ábyrgdarøki í starvsfólkahópinum.

Men onkursvegna sýnist tað sum, at Mentamálaráðið ikki raðfestir samskiftið við skúlaleiðslurnar.

Eingin starvsfólkasamrøða verður skipað – uttan so at onkur illstøða skal loysast – og ein felags skúlaleiðarafundur um árið hevur tíanverri við sær drúgvan fund, ið merktur er av kunning og einvegis samskifti.

Eg havi upp í saman víst á, at Mentamálaráðið hevur ivaleyst av málum at leggja fram til kjak á tveimum árligum fundum. Samstundis kann partur av hesum fundum verða skipaður í kjakforum, har leiðarar velja seg inn á evni, ið hóska seg til aktuelt starv og aktuellan skúla.

Um orsøkin er manglandi arbeiðsorka í Mentamálaráðnum, hugsi eg, at vit eru nógvir skúlaleiðarar, ið – saman við Skúlaleiðarafelagnum og Føroya Lærarafelag – vilja geva okkara íkast til, at í hvussu er tveir árligir skúlaleiðarafundir verða skipaðir.
Tað átti ikki at verið torført at sett í álmanakkan heyst- og várfund og síðani at latið skúlaleiðarum hesar dagfestingar saman við tímajáttanini. Tað kundi síðani skapt ein kontinuitet, um vit t.d. á heysti hittust at kjakast um avbjóðingarnar í skúlaárinum, meðan vit á vári fingu tímajáttan og kunning um átøk komandi skúlaárið.

Tað hevði eisini lætt um, at felags kunning um ætlanir og broytingar í virksemisætlanum og royndum/próvtøkum ikki bert vóru send út, men eisini vórðu tikin upp til diskussión. Tað er óivað onkur avbjóðing, ið skúlaleiðarar nógv skjótari kundu loyst í felag, heldur enn at vit sita hvør í sínum lag og totast og møguliga misskilja.

Um vit menna týðiligt og jaligt samskifti millum Mentamálaráð og skúlaleiðarar, hugsi eg, at nógv lættari verður at útinna ymisk átøk í fólkaskúlanum.

Um vit møtast í kjakforum, verður eisini lættari hjá starvsfólkum í Mentamálaráðnum at skilja ymsu umstøðurnar í ymsu skúlunum. Tað er ikki nóg mikið at bara tveita ávíst tímatal og kunngerðir av ymsum slag út í seinastu løtu – og tað er heldur ikki nóg gott at seta ymsar dagfestingar, tá ið skúlaleiðarar longu hava lagt ársætlanina.

Vónandi verða tveir góðir felags skúlaleiðarafundir í 2016/2017.

Jákup av Skarði
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.