Páll Poulsen, virkandi formaður Føroya Lærarafelags
Starvslýsingar á einum stað
22-07-2010
Páll Poulsen, virkandi formaður Føroya Lærarafelags, skrivar
Tað má av sonnum sigast at hava verið tann reini vavgreytur við starvslýsingum eftir lærarum og stuðlum til fólkaskúlan í ár. Nakrir fáir skúlar lýsa í dagbløðunum, aðrir lýsa á egnum heimasíðum, uppaftur aðrir lýsa á heimasíðuni hjá kommununum, summir lýsa á ráðstevnum á skulin.fo og uttan iva eru lýsingar aðrastaðni, sum vit ikki finna fram til.
Tað er burtur í vón og viti, at stríðið um hvør skal gjalda tær fáu krónurnar, ið hesar lýsingar kosta, skal gera tað so trupult hjá skúlaleiðslum at søkja eftir starvsfólki til skúlan, og eisini er tað sera trupult hjá umsøkjarum at finna lýsingarnar. Bæði Mentamálaráðið og kommunurnar vísa ein hugburð, sum als ikki hoyrir heima í einum so framkomnum landi sum okkara. Hvørjum líkist tað, at hesir stovnar ikki kunnu tosa saman og koma til eina semju, sum øll kunnu liva við? Hetta er jú ikki nakar nýggjur trupulleiki.
Trupulleikin tók seg upp fyri nøkrum árum síðani, tá summar stórar kommunur gjørdu bart og ikki longur vildu gjalda eina einastu krónu av teimum útreiðslum, sum hava við lærararnar í fólkaskúlanum at gera. Teirra uppáhald – ivaleyst av røttum - hevur alla tíðina verið, at lærararnir eru ábyrgdarøki hjá landsmyndugleikunum, og tí er tað Mentamálaráðið, ið eigur at gjalda allar starvslýsingar.
Fyri limir Føroya Lærarafelags er tað ivaleyst fullkomiliga líkamikið, hvør rindar hesar útreiðslur, harafturímóti hevur tað stóran týdning fyri okkara limir, at teir vita hvar teir skulu hyggja eftir starvslýsingum. Føroya Lærarafelag hevur gjøt nakað við trupulleikan og hýsir starvslýsingum á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag uttan nakran kostnað, men tíverri koma ikki allar lýsingar okkum í hendi; tí heita vit á allar skúlaleiðslur um at senda starvslýsingar til Skúlablaðið ella Føroya Lærarafelag, - eisini tá talan er um avmarkað tíðarskeið ella avmarkaða tímatalvu.
Gerst haldari á Skúlablaðnum og fá atgongd
til stóra greinasavnið ...
Í blaðnum hesaferð:
- Tann lærarin, sum sigur seg næmingalaga undirvísingina í einum flokki við 24 næmingum, hevur ikki bæði beinini á jørðini.
- Tá ið tú velur høvuðsverk, er tú noyddur at hugsa um fakliga støðið í flokkinum.
- Eins og í øllum arbeiðsgreinum man eisini í lærarayrkinum koma fyri, at lættasta loysnin verður vald.
Leys lærarastørv
Søkt verður eftir lærara til serdeild skúlans 24 t/v.
07-09-2010
|
|||
|
|
|||
Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðlum til serdeild skúlans.
07-09-2010
|
|||
|
|
|||
Í Kollafjarðar skúla er eitt parttíðarstarv – ¾ starv – fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá uml. 1. okt. 2010 til 30. juni 2011 leyst at søkja.
31-08-2010
|
|||
|
|
|||


